KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Myndir: fsf.fo

Kvinnurnar leiktu javnt móti Estlandi

Landslið04-08-2016 - Jónfinn Petursson

Vit hava verið inni á facebook vanganum hjá kvinnulandsliðnum og lænt hesa greinina um dystin ímóti Estlandi í dag har vit vendu hóttandi tapi í fyrrahálvleiki til javnleik.

Úrslitið av dystinum gjørdist 2-2 eftir at støðan í hálvleikinum varð 0-2,

Málini fullu soleiðis: 10 min. - Kaire Palmaru 1-0 og 45+1 min. - Liis Lepik 2-0. Estland sat á meginpartin av spælinum í fyrra hálvleiki. Tær fingu eisini bæði málini í fyrra hálvleiki.

75 min. - Milja Simonsen 2-1 og 78 min. - Rannvá Andreasen 2-2- Eftir steðgin komu okkara kvinnur meir inn í dystin, og tá 75 min vóru spældir fekk Milja minka um munin til 2-1.

Tað skuldi ikki ganga leingi, tí tá 78 min vóru spældir var Rannvá klár at seta bóltin í netið og støðan gjørdist 2-2

Eitt sera flott avrik frá føroysku kvinnunum. Birna Johannesen gjørdist dagsins leikari.

Næsti dysturin verður longu í morgin, fríggjadagin 5. august kl.12.00 føroyska tíð, Tá føroysku kvinnurnar møta Litava.

Okkara kvinnur í hópinum eru Milja R. Simonsen og Jónvá Hentze.

Fleiri myndir frá dystinum kunnu síggjast her.

Myndir og kelda: fsf.fo