KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Savnsmynd: Rakul Hansen/hb.fo

Kvinnurnar javnleik móti grannunum

Kvinnur03-06-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur: HB - B36 0-0

Grannadystur var í bestu kvinnudeildini sunnudagin. Seinast, liðini hittust, vann HB ein trivaligan sigur, men hesaferð vildi B36 og óhepni tað øðrvísi.


Hóast okkara kvinnur høvdu bóltin meginpartin av dystinum, og grannarnir bert høvdu ta einu vandamiklu málatsóknina í øllum dystinum, so fingu vit einki mál í uppgerðini.

Í fyrra hálvleiki rakti eitt fríspark hjá Heidi Sevdal tvørstongina, bólturin stakk út til Doris í Garði Olafsdóttir, sum stútaði inn til Elin Mariu Isaksen, ið fekk bóltin í málið. Tíverri veittraði linjuverjin fyri rangstøðu, og dómarin kolldømdi málið.

Hóast okkara kvinnur høvdu fleiri royndir í seinna hálvleiki, stóð verjan hjá B36 stinn fyri. Tá vit so komu ígjøgnum, stóð annaðhvørt málverjin fyri, ella varð skallað ein hálvan metur við síðuna av.

Tá dysturin varð blástur av, fegnaðust tær svørt/hvítu hjartaliga, sum høvdu tær vunnið dystin, meðan okkara gingu hugtungar og skuffaðar av vøllinum, sum skilligt er.

KÍ og EBS/Skála liggja fremst í kappingini við 21 stigum í part. HB er framvegis á triðjaplássi við 16 stigum, meðan B36 er nummar 4 við 10 stigum.

Nú mugu vit ansa eftir, at frástøðan til fremstu liðini ikki økist ov nógv, og besti mátin at gera nakað við tað kemur í næsta leikumfari, tá skulu vit norð til Klaksvíkar at leika móti KÍ.

Hóast keðiliga javnleikin kunnu vit staðfesta fína framgongd hjá kvinnunum og hetta stigatap kenninst sera tungt júst tú at yvirleggjarin er settur væl hægri enn undanfarin ár. Vit koma sterkt aftur og koyri á kvinnur.

Hagtølini:

9. umfar, sunnudagin 2. juni 2013 kl. 14.00 í Gundadali

HB - B36 0-0

Liðið: Nina Davidsen - Marjun undir Kletti (Elin Niclasen 58), Sára Samuelsen (liðsk.), Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal, Lív F. Arge (Anitha K. Mortensen 75), Eilin S. Hansen, Bjørt H. Magnussen, Liljan av Fløtum Petersen og Doris í Garði Olafsdóttir

Eyka: Annika Hansen
Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Ríkin Napoleon Djurhuus