KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB.

Kvinnurnar ikki mjúkar at strúka

Kvinnur28-03-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur, 2. umfar: B36 - HB 0-5

Besta kvinnulið okkara vann ein fínan og sannførandi 5-0 sigur á grannunum fyri sunnan. Flotta úrslitið staðfestir, at liðið hjá Allani hevur fingið bestu byrjan, ið ynskjast kann, og toppplaseringin eftir tvey umfør er lønin fyri stríðið. Aftur í dag var tað ein uppliving at síggja Heidi Sevdal folda seg út.


Vertinir byrjaðu kanska eitt sindur betur, men vit komu rættiliga skjótt væl við og tóku so at siga yvir longu eftir fyrsta korterið. B36 hevði bóltin nógv og spældu hann væl runt, meðan vit spældu meira beinleiðis og vóru nógv vandamiklari tá á stóð.

Lív F. Arge skoraði einasta málið í fyrra hálvleiki við brotssparki eftir at Heidi var feld í krimunella økinum. Vit høvdu fleiri góðar royndir, men megnaðu ikki at skora. Eitt nú var Milja, haldi eg, púra leys við málmanninum, men tíverri lyfti hon bóltin uppum málið.

Í seinna hálvleiki settu vit okkum rættiliga á dystin og komu fleiri ferð í góðar støður. Í 53. minutti øktu vit um leiðsluna við góðum málið. Heidi var send avstað og við góðum bólti tvørtur við, spældi hon Elin Mariu Isaksen púra leysa. Hon takkaði fyri tilboði og trillaði bóltin í tóma málið. Tjúgu minuttir seinni skoraðu vit 3-0 við akkurát somu uppskrift. Heidi avstað, tvørturum til Elin Mariu og mál.

Stutt fyri leiklok skoraði Heidi tvey flott mál sjálv. Fyrst eftir at Milja sendi eitt horna retur til Heidi. Hon gjørdi ikki mætari enn at langa bóltin í handara horn.

Minuttin aftaná var støðan so 5-0 og enn einaferð hevði Heidi síðsta fótin á og aftur var tað eitt flott skot bent væl í handara horn.

Samanumtikið ein fínur og sera avgerandi sigur fyri okkara frálíka unga besta kvinnulið. Kappingarbyrjanin hevur verið frálík og 15-0 í málúrtøku eftir tveir dystir, er ikki at kimsa at. Hjartaliga til lukku við frálíka avrikinum.


Myndir: Rakul Hansen/HB