KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnurnar hava annað beinið í steypafinaluni

Kvinnur22-05-2016 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, steypakapping 1/2. finalan: HB – ÍF/Víkingur 2-0

Eftir eina keðiliga gongd við trimum smølum ósigrum í seiastu trimum dystunum, var lagt í ovnin til spennadi fyrru hálvfinalu í steypakappingini hjá kvinnum.


Tó, hóast vit fyrr í vikuni høvdu tapt 1-2 móti just dagsins mótstøðuliðið, varð talan ongantíð um serligan spenning.

Samamuntikið vunnu vit góðan 2-0 sigur á ÍF/Víkingini og hava tí annað beinið í ársins steypafinalu.

Lív F. Arge legði okkum framum tá lítil hálvur tími var leiktur og Milja R. Simonsen staðfesti sigurin fýra minuttir fyri tímaslagið.

Helst áttu vit at havt fingið okkurt málið afturat og harvið lagt hálvfinaluni í song, men soleiðis skuldi ikki verða.

Um ein mánað verður returdysturin leiktur, og tað verður sjálvandi avgjørt um vit hava ís í búkinum. Í hinari hálvfinaluni vann samansettu liðini EB/Streymur/Skála á KI við 1-0, so har er háspenningur í luftini til seinna dystin.

Vit fegnast og ynskja okkara kvinnum til lukku við góða úrslitinum.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Kvinnur steypakapping, fyrra 1/2 finalan: sunnudagin 22. mai 2016 kl. 12.30 í Gundadali

HB – ÍF/Víkingur 2-0 (1-0)
1-0 Lív F. Arge 29’
2-0 Milja R. Simonsen 56’

Liðið: Annika Dam – Marjun undir Kletti, Milja R. Simonsen, Jónvá Hentze, Lea Hansen (Sara S. Lamhauge), Lív F. Arge, Valgerð Andreasen, Elin Maria Isaksen (Ása á Reynatúgvu 71), Liljan av Fløtum Petersen (liðsk.), Silja á Borg Færø (Hildur Egilsdóttir 74) og Sólrun Thomsen

Óbrúktir eykaleikarar: Rannvá Mortensen og Barbara á Dunga

Venjarar: Ríkin N. Djurhuus og Alexandre da Silva Braga

Dómari: Stephan Petursson
Hjálpardómarar: Dánjal Eli West og Andrass Thomsen