KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnur22-08-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 15. umfar: B36 – HB 0-5

Við knúsandi stórsigri á grannunum, hava vit staðfest og sett okkum tungt á triða plássið í bestu kvinnudeildini.

Seinasta grannauppgerðin í 2017.

Av tí at vit møttu B36 í hálvfinaluni í steypakappingini, hava vit leikt ikki færri enn 5 ferðir í móti hvørjum øðrum, og var hetta 6 og seinastu ferð í ár.

Dystirnir hava verði sera svingandi í ár, men hesuferð vildu vit enda keðiligu gongdina. Vit vildu vinna, og harvið staðfesta at HB aftur var best í Gundadalið!

Dagin undan dystinum, var kunngjørt at venjaraskiftið var hjá b36 kvinnum. Hetta kom nok av at árið hevur verði heldur vánaligt enn vænta og vóna. Ofta koma broytingar við skiftum, og kundi man vænta eina sokallaða venjara-effekt.

Dysturin byrjaði sera javnur, og var tað kanska B36 sum var farligari. Vandamiklu vengirnir vóru ein støðug hóttan, og virkaði tað sum um B36 kanska var eitt sindur meira tendra enn vit.

Sum dysturin leið, komu vit betur og betur við í dystin. Tá 5 minuttir restaðu í av fyrra hálvleikið komu vit á odda. Elin Maria sum leikti á vinstra kanti, trekkir inn í vøllin, og við einum góðum langskotið, legði hon okkum á odda. Eitt viktugt tíðspunkt at skora!

Í hálvleikinum varð tosað um at fáa tempo upp og arbeiða harðari. Eisini vóru smájusteringar gjørdar.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri. Vit vóru ikki orduliga í rætta gear, og var tað B36 sum hótti. Tá umleið 5 minuttir vóru leiktir, fóru vit í eina umstilling, og endaði hetta við at bólturin fór út til innkast.

Vit komu longur niðan á vøllin, og tað stutta av tí langa var, at eftir hetta vóru vit omaná. Tá 62 minuttir vóru leiktir legði Elin Maria okkum á odda 2-0 við sínum annað málið. 

Hetta og tað at okkara nok eru betur fyri fysiskt, gjørdi sítt til at vit tóku yvir. Vit vóru farlig, og tey farligu B36 álopini vóru púra vekk.

Trý mál komu aftrat, Sólrun, Julia Naomi og Milja, syrgdu við sínum málum fyri at hetta bleiv ein stórsigur.

Dagsins leikari bleiv Milja, sum við seinasta málinum í dystinum driblaði heilt frá egnum 16-metrið, og tá hon hevði dribla fleiri b36 leikarar av, smekkaði til uttanfyri feltið, og bólturin fór hart mitt í málið. Málverjin hjá b36 sá heldur ivasom út, men líka leggja vit í!

Vit hava vunnið 5-0 móti b36, og eru nú 13 stig frammanfyri tær! Vit eru best í havn, havnarmeistarar!

Komandi sunnudag skulu vit til klaksvíkar at leika móti fm favorittunum! Hesa uppgávuna gleða vit okkum til!


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 15 umfar: sunnudagin 20. august 2017 kl. 12.15 í Gundadali

B36 – HB 0-5 (0-1)
0-1 Elin Maria Isaksen 40’
0-2 Elin Maria Isaksen 62’
0-3 Sólrun Thomsen 74’
0-4 Julia Naomi Mortensen 82’
0-5 Milja R. Simonsen 90’

Liðið: Simona Heinsen – Marjun undir Kletti, Julia Naomi Mortensen, Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen (Sara Lamhauge 76), Liljan av Fløtum (Janita Ole-Jacobsen 53), Elin Maria Isaksen og Rebekka Benbakoura (Sólrun Thomsen 67)

Óbrúktir eykaleikarar: Maria Elsudóttir – Rannvá Mortensen, Julia Helena Henriksen og Poula Andreasen

Dagsins leikari: Milja R. Simonsen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Pætur Rasmunssen
Hjálpardómarar: Lauritz í Króki og Andrass Thomsen


Myndir: Rakul Hansen