KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnurnar akkurát ov stuttar

Kvinnur30-08-2014 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, steypafinalan: HB - KÍ 0-1


Hóast KÍ hevði stórsta partin av spælinum, komu vit til teir stórstu møguleikarnar. Tíverri var stongin fyri tá Heidi ímóti dystarenda kom einsamøll móti Rannvu. Heppnið var við gestunum løtu seinni og tí nápaðu klaksvíkskvinnur steypið frá okkum.

Hóast talan var um ein sera einstáttaðan og linnligan dyst, var nerva og spenningur í fram til tað allar síðsta. KÍ hevði bóltin mest, meðan vit royndu okkum við snarálopum.

Heidi var ein støðug hóttan móti KÍ-verjuni og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var um reppið at mál kom. Eftir eitt av fleiri raidum kom Heidi leys móti Rannvu, men í fyrsta umfari bjargaði Rannvá og uppfylgjarin varð skotin í síðuneti.

KÍ royndi seg við fleiri langskotum men Nina stóð væl og vardi fyri. Maria K. Olsen var fyrst á einum góðum innleggi og snýtti Ninu, men tíbetur var stongin fyri.

Leikgongdin var hin sama í seinna hálvleiki, men fyrstu løtuna royndu vit at herja á, eitt sindur. Rannvá royndi seg við sera góðum frísparki sum tó brast á tvørstongina og út.

Heidi rann seg í tvær sera góðar støður, men í seinasta møguleikanum gjørdu hon alt rætt uttan at fáa bóltin í  mál. Skotið brast á tvørstongina.

Eisini Rannvá Andreasen kom í góða støðu, men í síðstu løtu kom Bjørt fyri og blokkeraði til horna.

Eitt mál kom tó. Tveir minuttir inni í yvirtíðini verður ein bóltur sendur inn í brotsteigin. Endin er at Hervør Olsen snittar bóltin við høvdinum í málið.

Okkara gentur gjørdu góðan figur av sær og stóðu væl allan dystin. Tó, mugu vit bara enn einaferð staðfesta, at royndirnar hjá KÍ bóru á mál.

Vit ynskja KÍ hjartaliga til lukku við steypinum. Okkara kvinnur skulu bara herja á aftur.

-

Koyr á, HB!

HAGTØLINI
Kvinnur, steypafinalan leygardagin 30. august 2014 kl. 16:15 á Tórsvølli

HB - KÍ 0-1 (0-0)
0-1 Hervør Olsen 92'

Liðið: Nina Davidsen - Sára Samuelsen, Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal (liðsk.), Lív F. Arge, Eilin Hansen, Elin Maria Isaksen, Hildur Egilsdóttir, Bjørt Magnussen, Rannvá Mortensen og Liljan av Fløtum Petersen

Óbrúktir eykaleikarar: Annika Dam, Emma Stórá, Edith Samuelsen, Anitha Mortensen, Magna Tórðardóttir, Sólrun Thomasen og Rebekka Benbakoura

Á beinkinum: Allan Dybczak, Ríkin N. Djurhuus, Eilif Petersen, Poula Andreasen og Kristina Jakobsen

Dagsins leikari: Heidi Sevdal (red.)

Gult kort: Heidi Sevdal og Elin Maria Isaksen

Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar: Jan Hermansen og Rani A. Skaalum


Myndir: Rakul Hansen