KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB.

Kvinnurnar akkurát ov stuttar

Kvinnur21-04-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur, 4. umfar: HB - KÍ 1-2

Sera spennandi dysturin millum HB og KÍ er akkurát liðugur. KÍ vann ein sera tættan og intensan dyst við 2-1. Hóast vit ikki megnaðu at lata verjuna hjá gestunum upp og móti endanum ikki høvdu neyðugu orkuna og rutinuna, kunnu vit bara fegnast um, hvussu langt vit eru komin á kvinnusíðuni.


Í fyrra hálvleiki var KÍ betra liðið. Tær vóru kvikari og tryggari á  bóltinum og høvdu meira spæl. Málmøguleikarnir vóru tó ikki nógvir fyrstu 20 minuttirnar. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk KÍ  eitt fríspark umleið 35 metrar frá HB -málinum. Malena Josephsen gjørdi ikki mætari enn at sendi bóltin langa teinin beinleiðis í málið.

Stutt fyri hálvleik verður Rannvá Andreasen spæld leys. Málverjin hjá HB drálar við at fara út at minka um málið, so Rannvá fær góðar stundir at plasera bóltin innanfyri handaru stong til 2-0.

Eitt hornaspark hjá HB rakti tvørtræið, og eitt mál hjá okkara kvinnum varð kolldømt av linjuverjanum, so púra vandaleysar vóru HB -kvinnurnar kortini ikki.

Ivaleyst hava tær fingið ein uppsang frá Allani í hálvleikinum, tí tær vóru sum hamskiftar í seinna hálvleiki. Í einar 20 minuttir løgdu tær hart trýst á KÍ og fingu minkað um munin til 2-1, tá Lív F. Arge  umvegis beinið hjá Soffíu Purkhús fekk bóltin í netið.

Heidi Sevdal hevði fleiri næskar royndar, og Elin Maria Isaksen var einaferð  púra leys, men tíverri komu ikki fleiri mál í okkara part. Kí fekk meira spæl aftur, og restina av dystinum gekk javnt á millum liðini.

Beint fyri dystarlok fekk Rannvá Andreasen seinna gula kortið, og varð víst av vøllinum. Hetta hevur við sær, at hon ikki verður á KÍ liðnum mikukvøldið, tá liðini bæði hittast aftur í Klaksvík í sambandi við steypakappingina.


Myndir: Rakul Hansen/HB.