KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Pætur Rasmussen

Kvinnurnar aftur á rætta kós

Kvinnur23-06-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur, 12. umfar: HB - AB: 7-0

Grannauppgerð var í bestu kvinnudeildini sunnudagin. Seinast, liðini hittust, vann HB 2-1 á Argjum, men hesaferð var størri munur.


Seinast vit hittu AB, var tann 28 Apríl, og tá leiktu Valgerð Andreassen, Anna Brimnes og Elsa Jacobsen við okkum. Síðan eru tær tríggjar fluttar út aftur til AB, og leiktu allar tríggjar á AB liðnum.

Okkara kvinnur vóru snøgt sagt nógv betur allan dystin. Vit fluttu bóltin runt, arbeiddu hart, og bert av øllum, vunnu vit so at siga allar nærdystir sum vóru.

Stórur munur var á liðnum. Okkara leikarar royndu at spæla skjótan fótbólt, við nógv flytingum, meðan gestirnir royndu seg mest við longum sendingum.

Tá sjey minuttir vóru leiktir, sendi Elin ein langan bólt fram til Milju, sum sendi bóltin víðari, til eina púra Heidi ið púra leysari støðu legði okkum framum.

Lítla løtu seinni, var aftur mál til okkum. Lív skýtur eitt hart skot, tað virkar sum um Simona í AB málinum hevur stýr á støðuni, men tíverri fyri hann gleppur bóltuin henni av hondum og í málið.

Lítla løtu áðrenn steðgin punketa vit dystin. Lív sendur ein bólt til Elin Mariu. Úr spískun setur hon bóltin í málið til greiða 3-0 leiðslu.

Seinni hálvleikur var ikki líka flott leiktur sum fyrri, men vit arbeiddu hart allan dystin, og so hava vit eina Heidi Sevdal, sum er í serflokki besti kvinnuleikari í landinum.

Hvørjaferð hon fekk bóltin stóðust vandastøður burturúr, og AB-leikararnir sóu milt sagt tungir út tá Heidi spelaði framvið tær. Heidi skoraði 3 mál í seinna hálvleikið, og legði upp til tað næsta málið hjá Elin Mariu.

Okkara góða men unga kvinnulig reisti seg veruliga í dag, og tað var stuttligt at síggja nógvar leikarar leika á einum so høgum støðið.

Allar arbeiddu hart allan dystin, og so er vert at leggja til merkis, at "nýggja" verjan, við Elin á vinstra bakki, og Edith sum tók yvir frá eldru systruni Sáru, Liljan og Eilin, lótu ongantíð AB sleppa til nakran veruligan málmøguleika í 90 minuttir. Vit fegnast og ynskja leikarunum og venjarum hjartaliga til lukku við góða sigrinum.

Hagtølini:

12. umfar, sunnudagin 23. juni 2013 kl. 15.00 í Gundadali

HB - AB 7-0
1-0 Heidi Sevdal 7
2-0 Lív F. Arge 14
3-0 Elin Maria Isaksen 37
4-0 Heidi Sevdal 60
5-0 Heidi Sevdal 77
6-0 Heidi Sevdal 80
7-0 Elin Maria Isaksen 89

Liðið: Nina Davidsen - Elin Niclasen, Liljan Petersen, Edith Samuelsen, Eilin Hansen, Doris Olafsdóttir, Heidi Sevdal (liðsk.), Lív F. Arge (Marjun undir Kletti 83), Hildur Egilsdóttir (Anitha Mortensen 81), Elin Maria Isaksen, Milja Simonsen (Bjørt Magnussen 60)

Óbrúkur eykaleikari: Ránnvá Mortensen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálpar venjari: Ríkin N. Djurhuus


Myndir: Pætur Rasmussen