KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnurnar við undirlutan við Margáir

Kvinnur06-05-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur: EB/Streymur/Skála - HB 3-1

Nýggja samanlagda liðið EB/Streymur/Skála koppaði sunnudagin  HB-kvinnunum og kann eisini gerast ein  álvarslig hóttan móti KÍ-kvinnunum.


Nógv hevur verið skrivað um, at kvinnulið hjá HB fór at geva klaksvíkskvinnum ein skarpan gang í ár, men lítið og einki hevur verið at hoyra um nýggja samanlagda streymoyar/eysturoyar liðið, sum hevur fitt av landsliðsleikarum í hópinum.

Aftaná dystin við Margáir sunnukvøldið er tó  greitt, at KÍ-kvinnurnar ikki bara skulu ansa eftir HB, men eisini skulu taka nýggja samanlagda liðið sum eina álvarsliga  hóttan móti tí einaræði, sum KÍ hevur havt í føroyskum kvinnufótbólti nú í mong ár.

Milja R. Simonsen legði annars HB á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki vísti  EBStreymur/Skála sera góðan stríðsvilja. Kvikligt spæl, góða og skjóta verju, sterkar bóltsnillingar á miðjuni og vandamiklil innlegg úr báðum síðum.

Ikki færri enn 3 mál fingu tær í seinna hálvleiki, og hóast vindurin hjálpti til, so vóru málini sannar perlur. Tað fyrsta var eitt hornaspark, sum varð skallað inn undir samankomingina.

Hini bæði málini vóru hørð og góð skot frá ca 20 metrum, sum málverjin lítlan møguleika hevði at gera nakað við.

Sunnudagurin royndist illa hjá HB, og í báðum førum var tað EB/Streymur, sum spældi okkum eitt puss.  Vit liggja tó framvegis sera væl fyri í landskappingini hjá kvinnunum, so koyrið á! Vit koma sterkt aftur!