KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Krevjandi uppgávur hjá besta liðnum

1. lið24-04-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 7. umfari í Effodeildini: KÍ – HB
Undan 8. umfari í Effodeildini: NSÍ - HB

Komandi dagarnir verða strævnir hjá besta liði okkara. Í morgin, flaggdagin, skulu vit til Klaksvíkar har KÍ tekur ímóti og longu sunnudagin skulu vit til Runavíkar har NSÍ er vertur við Løkin.


Enn eitt oddabrak er á skránni tá gomlu risarnir í føroyskum fótbólti KÍ og HB bresta saman í Djúpumýru.

Gongdin hjá báðum liðunum hevur verið góð higartil og hóast vertirnir tveittu eina greiða 3-0 leiðslu frá sær í Fuglafirði sunnudagin, verða teir ikki mjúkir at strúka.

Sunnudagin verður so uppgávan líka torfør tá vit gesta vánaliga vøllin við Løkin. Bara at fáa spælið at glíða á hasum gomlu vetrardekkunum er ringt í sær sjálvum og so at skulu hava NSÍ hinumegin at berjast ímóti ger ikki uppgávuna lættari.

NSÍ hevur langt um leingi fingið stýr uppá tingini og góði sigurin á Argjum seinast, hevur helst givið teimum blóð uppá tonnin til meir.

Tó, halda vit á við okkara nærlagda og avbalanseraða spæli og kenna okkara vitjunartíð, eiga vit at fáa eitt sindur burturúr hesum spennandi vikuskiftinum.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 7. og 8. umfari í Effodeildini eru hesir:

2504 TB – ÍF
2504 B36 – AB
2504 KÍ – HB
2504 NSÍ – EB/Streymur
2504 Víkingur – 07 Vestur

2804 NSÍ – HB
2804 EB/Streymur – AB
2804 TB – Víkingur
2804 B36 – ÍF
2804 KÍ – 07 Vestur