KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Aftast frá vinstru: Allan Dybzcak, venjari, Bára Arge Brekká, Milja Reinert Simonsen, Lív Gjógvara, Lív Arge og Sólrun Thomsen. Fremst frá vinstru: Marjun undir Kletti, Rannvá Mortensen, Annika Dam, Rebekka Fjallsá Benbakoura, Karolina Hansen og Hildur Egilsdóttir. Mynd: Finnbogi Arge.

Kollvelting í Klaksvík

Gentur18-05-2013 - Jónfinn Petursson

U17 gentur: KÍ - HB 1-4 (0-1)

Við einum flottum 4-1 sigri á føroyameistarunum úr KÍ í Klaksvík vendu okkara gentur øllum á høvdið í landskappingini.


Okkara gentur høvdu longu munin í fyrra hálvleiki, sum endaði við 1-0 leiðslu til HB. Eftir at brotsspark varð gjørt ímóti Milju R. Simonsen, tók hon sakina í egnar hendir og skoraði uppá brotssparkið.

Í seinna hálvleiki sást tó sjónliga, at HB var betra liðið. Hóast Gudny Johannesen javnaði fyri KÍ  aftaná hornaspark í 52. minutti, vóru tað vit, sum støðugt hóttu KÍ-málið.

Stutt fyri tímaslagið rann Milja frá KÍ-verjuni og legði HB á odda 2-1. Lív F. Arge økti um leiðsluna við góðum langskoti, tá 70 minuttir vóru leiktir, og loksins fekk Milja R Simonsen enn eitt hattrick á kontuna, tá hon 10 minuttir fyri tíð skoraði til 4-1.

Sostatt kom ein søguligur sigur í hús í Klaksvík leygardagin. Vit ynskja Allani Dybczak, Pæturi Rasmussen og øllum gentunum hjartaliga tillukku, nú tær hava lagt seg á odda í landskappingini.

Tær, sum mannaðu liðið hjá HB, vóru: Annika Dam, málverji, Marjun undir Kletti, Lív Gjógvará, Milja R. Simonsen, Rannvá Mortensen, Sólrun Thomsen, Hildur Egilsdóttir, Rebekka Benbakoura, Carolina Hansen, Bára Brekká og Lív F Arge.


Myndir: Pætur E. Rasmussen