KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen
1. lið22-09-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 24. umfari í Effodeildini: KÍ – HB

Klassikarin millum KÍ og HB er á skránni við Djúpumýru sunnudagin. KÍ hongur í einum klønum FM-tráði og mugu fáa fulla úrtøku.

Knívurin er á barkanum hjá klaksvíksingum sunnudagin tá HB kemur á vitjan. Skulu vertirnir verða við har tað er stuttligt, hava teir ikki ráð at seta stig til.

Janvleikurin í Sarpugerði kundi ikki brúkast til annað enn at truka sær við og tí er um at gera, at fáa gongd á aftur.

Ikki tí, maskinan hevur koyrt væl og avsmurningurin av sundalagsmonnum í næstseinasta umfari vísti, at mál eru í monnunum hjá Mikkjali.

Vit vunnu góðan sigur í myrkrinum við Løkin mikukvøldið og tí er tapið móti FM-vinnarunum úr Eysturkommunu farið í gloymibókina.

Okkara lutur í ársins Effodeild er bara til á pappírinum, men tað er stuttligt at fylgja við og síggja okkara ungu menn herja á og taka ein skalp fyri og annan eftir.

Sunnudagin kl. 15.00 er so klassikarin aftur á skránni, og væntandi fer maður av húsi bæði norðan- og sunnanfyri.

Vit gleða okkum og fara at gera okkara fyri at hjálpa okkara monnum á leiðina.


Koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 24. umfari eru hesir:
2409 07 Vestur – B36
2409 Víkingur – TB/FCS/Royn
2409 EB/Streymur – Skála
2409 ÍF – NSÍ
2409 KÍ - HB