KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







KÍ skal royna at steðga skeivu gongdini

1. lið19-07-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 16. umfari í Effodeildini: HB – KÍ

Eftir stuttan summarsteðg, verður herjað á aftur í Effodeildini. Sunnudagin hittast risarnir í føroyskum fótbólt, KÍ og HB, í Gundadali.


Eftir eina sera góða byrjan kom stígur í hjá gestunum. Ein løtu lógu teir heilt har framm og spælið og ágrýtnið ið var lagt fyri dagin, fekk tankarnar hjá onkrum at ferðast aftur til eina farna tíð.

Síðan hevur ikki gingið sum ætlað og endin var, at KÍ valdi at loysa venjaran frá uppgávuni og geva stafettina víðari til teirra egna Eyðun Klakstein. Venjaraárinið hava vit ikki sæð enn, men helst verður um at gera og herja á sunnudagin fyri at venda gondini.

Eftir at vit, heldur snópisliga, vóru varpaðir úr bæði steypakappingi og Europa League, kunnu vit nú halda fokus á tí eina málinum.

Í Effodeildini hava vit verið liðið sum hevur sligið taktstavin og higartil hava sundalagsmenn verið teir einastu ið hava megnað at vunnið móti okkum.

Hesi gongdini vilja vit fegin halda fast í, og góði sigurin í Gøtu beint undan summarsteðginum, var søtur og sera vælkomin.

Nú er at halda ferðini, taka ein góða miðspurt og halda skútuni omaná alduni, so munurin til hinar verður áhaldandi.

Vit gleða okkum almikið at fáa vitjan úr Klaksvík og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 16. umfari eru hesir:

2107 HB – KÍ
2107 ÍF – TB
2107 AB – B36
1809 EB/Streymur – NSÍ
1809 07 Vestur – Víkingur
Hesir báðir dystirnir eru fluttir vegna luttøkuna í Europa.