KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kári Nielsen skal hjálpa AB

Ymiskt26-06-2013 - Jónfinn Petursson

Kári Nielsen og AB (FC Argir) eru komin ásamt um at fyrikomandi miðvallarin beinanvegin flytir yvir um ánna og skal hjálpa til at fáa skil uppá tingini úti í Vika.


Kári Nielsen kom til okkum í 2003. Fimm meinstaraheiti er higartil komið burturúr, saman við eini rúgvu av øðrum heiðrum eisini.

Frálíki og eygagóði miðvallarin er eftirhondini farin frá at hava legendustatus yvir í at verða "kult" fyri flestu av okkara áskoðarum, og tí kemur hetta skiftið sum eitt vónbrot og ein bumba.

Hinvegin hava vit stórstu virðing fyri at Kári hevur gjørt hetta valið og ynskja Kára og hansara avvarandi bestu eyðnu við nýggju avbjóðingini. Vit minna tó á, at hurðin í HB-húsinum altíð stendur víðopin.

Vit kunnu tí bara bukka og takka Kára Nielsen fyri alt hann hevur givið øllum í felagnum og vóna at vit fara at síggja hann aftur.

...EIN KÁRI NIELSEN!!!!