KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Kapping fyri U14 gentur í Gundadali

Gentur22-06-2013 - Jónfinn Petursson

Leygardaign luttók okkara evnaríka U14 gentulið í kapping í Havn. Kappingin var á niðara vølli og fyri uttan okkum luttøku eisini EB/Streymur, Víkingur og Skála.


Fyrsti dysturin var ímóti sundalagsgentunum úr EB/Streymi. Tann dysturin endaði við einum 5-1 sigri til okkara. Síðan var dystur móti gøtugentum. Eisini har vóru vit omaná og vunnu tann dystin 4-1. Seinasti dysturin var í móti gentunum av Skála, og her gjørdu vit bart og vunnu heili 6-0.

Okkara leikarar høvdu ein orduliga góðan dag, og fokus varð allatíðuna hildið á at spæla fótbólt, og at hava bóltin millum okkara leikarar. Hetta dugdu vit væl.

Útyvir at leika flottan fótbólt, so arbeiddu HB-leikararnir ótrúliga væl við nærlagdum ágrýtni. Tað var sera stuttligt, sum venjari, foreldur og áskoðari, at síggja.

Hetta er ein spennandi og evnaríkur bólkur av ungum HB-leikarum, sum vit gleða okkum at síggja meira til í komandi tíð.

HB liðið: Sanna Olsen, Poula Andreassen, Ninna Hansen, Lea Hansen, Magna Tórðardóttir, Anja Petersen, Maria Simonsen, Rebekka Benbakoura og Emma Stórá. Venjarin er Allan Dybczak.

Málskjúttar: Rebekka 6 mál, Lea 6 mál, Ninna 1 mál, Magna 1 mál og Poula 1 mál.