KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: jn.fo

John Frederiksen til HB

1. lið27-11-2017 - Jónfinn Petursson

Leikarahópurin fyri komandi kappingarár er í ferð við at taka sítt skap, og fyri løtu síðan varð avdúkað, at John Frederiksen skiftir til Havnar Bóltfelag.


John Johannesen Frederiksen er 21 ára gamal áleypari, ið hevur traðkað sínar barnaskógvar á Bornholm. John hevur við sínum 6 málum í 13 dystum fyri 07 Vestur í ár sligið sítt navn fast millum avgjørdu málskúttarnar í bestu deildini.

Evnaríki framherjin spældi sínar fyrstu dystir í Danmark, har hann hevur tørnað út fyri NB Bornholm og Fredensborg.

Harumframt hevur John spælt fyri okkara U17 og U19-landslið, eins og hann eisini hevur verið úttikin til U21-landslið okkara.

Vit fegnast almikið um at hava fingið tilgongd av so góðum áleypara og gleða okkum at síggja John bomba mál fyri okkum í komandi tíðum og ynskja honum samstundis hjartaliga vælkomin í HB.


Myndin er nápað av facebook-vanganum hjá John.