KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Jógvan Rói tekur eitt tørn afturat

1. lið11-11-2017 - Jónfinn Petursson

Putlispælið til komandi kappingarár er í ferð við at leggjast, og í dag varð so greitt, at Jógvan Rói Davidsen eisini verður partur av besta liðnum í komandi kappingarári.


Kviki og ágrýtni vongbakkurin við stóru arbeiðsorkuni hevur hvørt ár verið millum okkara allarbestu leikarum, og fjeppararnir seta sera stóran prís uppá júst evnini og viljan hjá Jógvani Róa.

Vit fegnast almikið um, at Jógvan Rói Davidsen tekur eitt tørn afturat fyri barndómsfelagið og gleða okkum longu til komandi kappingarár.


Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir