KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Jóansøkan byrjar við Stórá

1. lið23-06-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 14. umfari í Effodeildini: TB/FCS/Royn – HB

Seinasti dysturin fyri summarsteðgin er á skránni fríggjadagin. Vit skulu til Suðuroyar at seta hol á Jóansøkuna.


Fjórða plássið stendur uppá spæl nú felagsliðið í Suðuroy tekur ímóti við Stórá. Suðringar eru flúgvandi og liggja sera væl í svinginum til at staðfesta frálíku gongdina higartil í ár, og við góðum úrsliti móti okkum, er árið helst bjargað.

Vit mistu flogið aftur sunnudagin, tá vit lótu Skálamenn sleppa avstað aftur við øllum. Hetta var ikki gamalt í Gundadali, men tíðirnar eru nýggjar og gestablíðnið helst ov stórt.

Skal okkum verða lív lagað í stuttliga endanum í Effodeildini, mugu vit fáa okkurt burturúr fríggjakvøldið.

Hóast uppgávan er sera torfør, er einki annað at gera enn at herja á og royna sum frægast.


Góðan dyst og koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 14. umfari eru hesir:

2306 EB/Streymur – B36
2306 ÍF – KÍ
2306 Skála – NSÍ
2306 TB/FCS/Royn – HB
2306 07 Vestur - Víkingur