KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Javnleikur í regninum

1. lið14-06-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 12. umfar: B36 – HB 2-2

Enn ein grannuppgerð er liðug við úrslitinum stanton í Gundadali. Vit komu afturí aftur tvær ferðir og kunnu samanumtikið verða nøgd við dagsins úrslit.


Vit løgdu betur fyri beinanvegin. Eitt nú var støðan tá Adrian kom sær í brotsteigin og sendi eitt gott skot móti handaru stong.
Tíverri var málverjin klárur og jústaði bóltin út til horna.

Tveir minuttir fyri hálva tíman komu vertirnir framum, tá Gestur B. Dam sendi bóltin í málið eftur gott uppspæl í okkara vinstru síðu. Vit vórðu spældir tunnir og megnaðu ikki at verja fyri. Gott mál.

Lítla løtu seinni rann Heri seg í góða støðu, men aftur var Tórður aftur klárur og bjargaði góða skotinum.

Restina av hálvleikinum sótu vertirnir meira ella minni á spælinum, og bæði Benjamin Heinesen og Patrik Johannesen áttu helst at umsett teirra møguleikar til mál.

Beint fyri hálvleikin sendi Pingel annars ein gott skot beint á málmannin. So varð bríkslað til hálvleiks.

Vit løgdu væl betur fyri í seinna hálvleiki, og tá sjey minuttir vóru leiktir, sendi dagsins maður, Jógvan Rói, ein góðan bólt innfyri. Har var Sebastian Pingel klárur og bombaði bóltin í málið.

Tíverri vóru vit revsaðir bara seks minuttir seinni, tá kontraálop endar við, at bólturin verður sendur inn til Philip Lund, sum eirindaleyst sendur bóltin í okkara mál. Løtu seinni vóru boð eftir Teiti sum í tveimum førum vardi fyri, tá vertirnir royndu seg.

Smáar tíggju minuttir fyri leiklok mundi Pingel aftur javnað. Aftur var tað Jógvan Rói, sum sendi eitt gott innlegg til raska framherjan. Tíverri fór bólturin skeivu megin stongina og út til málspark.

Men vit komu á javnt aftur beint fyri leiklok. Vit skulu ikki taka dagar ímillum, men brotsspark varð dømt, og Aleksandar Stankov sendi bóltin ísakalt í málið til 2-2.

Vit vóru aftanfyri tvær ferðir, men megnaðu at vinnað okkum annað stigið, og hóast hetta ikki munar so nógv, er eitt betur enn einki. Fínar greiðir og eitt gott punkum á einum undirhaldandi dysti, har grannarnir vóru betur í fyrra hálvleiki, meðan vit vóru klárt omaná í seinna.

Eitt hjartasuff mugu vit tó koma við. Tað er hugstoytt at kenna á sær, hvussu lítla virðing B36 hevur fyri mótstøðuliðum sínum.

Eitt korter áðrenn dystin verður gestandi liðið avdúkað. Eingin mynd á skíggjanum, og tað er ikki meira enn, ein hoyrir, hvat ið sagt verður. Hetta eiga tit at kunna gera betur, tí gott og veruligt gestablídni kostar einki.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 12. umfar mikudagin 14. juni 2017 kl. 18.00 í Gundadali

B36 – HB 2-2 (1-0)
1-0 Gestur B. Dam 28’
1-1 Sebastian Pingel 52’
2-1 Philip Lund 56’
2-2 Aleksandar Stankov 87’ (br.)

Gult kort: Sebastian Pingel og Tróndur Jensen

Liðið:  Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Poul Thomas Dam (Dánial Pauli Lervig 46), Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen, Heri H. Mohr (Martin Bergvold 45), Tróndur Jensen, Sebastian Pingel, Rókur av Fløtum Jespersen (liðsk.) (Heðin Hansen 69) og Alexandar Stankov

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Levi Hanssen, Símun Samuelsen og Daniel Johansen

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Jógvan Rói Davidsen

Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Edvard Højgaard og Jørleif Djurhuus
4. dómari: Kári J. á Høvdanum

Myndir: Rakul Hansen