KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Javnleikur í øllum trimum grannauppgerðum

1. lið31-08-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 21. umfar: HB – B36 2-2 (0-2)

Enn einaferð vendu vit hóttandi tapið til javnleik. Hetta er eftir hondini blivin ein keðiligur tendensur, men hinvegin vit taptu ikki. Seinasta hálva tíman vóru vit vitni til totalan fantasifótbólt, har bæði liðini løgdu alt fyri at vinna.


Endin á dagsins dysti var akkurát so spennandi sum ein rættilig grannauppgerð eigur at verða. Stórsta grundin var helst at vindurin í løtum var øgiligur og tí var ringt at meta um hvat hendi tá bólturin var sendur frameftir.

Annars byrjaði dysturin spakuliga. Vit høvdu bóltin mest, meðan gestirnir, sum í seinasta dysti, lúrdu eftir okkara mistøkum og við bæði Lawal og Cieslewicz liggjandi í vinstru síðu, løgdu maksimalt trýst á okkara høgru síðu.

Hetta eydnaðist heilt væl til tíðin, men hóast B36 fór til hálvleiks við 2-0 leiðslu, var hetta avgjørt ikki í tráð við dystargongdina. Teir høvdu neyvan fleiri enn tríggjar royndir.

Leiðslumálið var gott, men hevði okkara verjupartur verið í betri javnvág hevði Høgni Midjorð ikki sloppið at senda frálíka skotið í málið.

2-0 málið kom eftir at vit næstan fingu skumpað bóltin inn um mállinjuna. Tíverrin er endin at vit senda bóltin í beinini hjá Lawal. Hann setur turboðina á og næstu løtuna er bólturin spældur tvørturum til Cieslewicz ið lætt kann skora, uttan møguleika hjá Teiti ella Tróndi at verja fyri.

Vit settu okkum síðan tungt á dystin. Trupuleikin var bara at vit manglaðu ørskapin fyri rættililga at koma í gongd. Fleiri støður uppstóðust, men heppnið var við grannunum so at einki mál kom.

Í fyrsta partinum av seinna hálvleiki, helt sama gongdin sær. Christian var óheppin eftir gott fríspark at hann ikki snýtti Trúgva í B36-málinum.

Vit fingu tó minka um munin. Gott spæl millum Mouritsen brøðurnar endar við at bólturin verður sendur inn til Bárð J. Heinesen ið eirindaleyst kvitterar við kassa eitt.

Gestirnir løgdu nú meiri fyri at økja um leiðsluna og hetta gav okkum góðar møguleikar til móttálop. Javnleikur var í smáar tjúgu minuttir fyri leiklok. Christian R. gjørdi ikki minni enn at senda bóltin beint í málið við snildum hornasparki.

Nú løgdu bæði liðini nógv fyri at fáa avgerandi málið. B36 hevði helst einar tveir – tríggjar, men við høvdu tvinnar risa møguleikar. Tann allarstórsta fekk Jóhan Troest beint fyri leiklok, men í heilt leysari støðu sendi hann tó bóltin yvir málið.

Samanumtikið ein frálíkur seinni hálvleikur, har B36 kanska hevði fleiri møguleikar ímeðan vit skoraðu málini, samstundis sum teir skoraðu málini í fyrra tá vit høvdu fleiri møguleikar. So alt í alt ein brúkiligur endi á einum góðum dysti.

Hinvegin hava vit nú ikki megnað at fáa fult í trimum teimum seinastu dystunum, og tað er ikki so gott. Vit fáa tó møguleikan sunnudagin 15. september, tá lítlibeiggin, AB, tekur ímótí úti í Vika.

Komandi vikuskfiti verður steðgur í nú landsliðið skal í eldin móti Kasakstan og Týsklandi. Vit fegnast um annað sigið og gleða okkum til næsta dyst. Gott avrik allir.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 21. umfar leygardagin 31. august 2013 kl. 18:00 í Gundadali

HB – B36 2-2 (0-2)
0-1 Høgni Midjord 13’
0-2 Lukasz Cieslewicz 15’
1-2 Bárður J. Heinesen 57’
2-2 Christian R. Mouritsen 72’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Tróndur Jensen (Pál Mohr Joensen 71), Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Heini Vatnsdal - Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen, Bárður J. Heinesen (Páll Mohr Joensen 71)

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen, Bartal Wardum og Rógvi S. Holm

Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Milan Cimburovic, Andrew av Fløtum, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Teitur Gestsson
Gul kort:
 Tróndur Jensen, Gunnar Haraldsen, Bárður Olsen og Heini Vatnsdal
Reytt kort: -

Dómari: Lars Müller
Hjálpardómarar: Andreas Josephsen og Jan Gardar
4. Dómari: Thorvald J. Petersen