KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Bárður Mittelstein. Arkivmynd: Rakul Hansen/HB.

Javnleikur á Svangaskarði

1. deild menn20-04-2013 - Jónfinn Petursson

Toppliðini í 1. deild hjá monnum, B68 og HB, hittust í dag á Svangaskarði í rættari toppuppgerð. Dysturin endaði, sum hann byrjaði, við málleysum javnleiki.


Hóast vit bitu væl frá okkum, og vertirnir ein part av seinna hálvleiki máttu leika við 10 monnum, megnaðu vit ikki at seta bóltin í málið.

Við dagsins úrslitum í 1. deild og hesum javnleikinum er sera trongt í toppinum, men vit varðveita enn annað plássið.

Toftamenn eru í løtuni langt fremst í deildini, so okkara javnleikur í dag er ikki so galin hóast alt.