KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Javnleikur á Argjum

Kvinnur28-03-2014 - Jónfinn Petursson

Kvinnur 1. deild, 2. umfar: AB – HB 3-3 (1-1)

Eftir sannførandi 5-0 sigurin á B36 sunnudagin, vóru tað helst fleiri HB-arar ið hugsaðu, at nú fóru kvinnurnar eisini at seta AB uppá pláss hóskvøldið.


Men soleiðis bleiv tað ikki. AB kvinnurnar vóru betri enn væntað á heimavølli, og tær løgdu seg eisini á odda, tá eitt korter var leikt.

Eitt høgt langskot frá Elsu Splidt Jacobsen lumpaði HB-málverjan, og so var 1-0 til AB. Hetta var als ikki í samsvar við leikgongdina annars.

HB legði nú AB undir eitt áhaldandi trýst,og tá hálvur tími var farin, fekk HB eitt fríspark 20 metrar frá málinum.

Heidi Sevdal, sum vanliga skjýtur við høgra beini, valdi hesuferð at skjóta við vinstra, og bólturin smeyg sær uppum verjumúrin inn undir nettakið til 1-1. Eitt sera flott mál. Fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleik.

AB kom tó fyri seg aftur, og tá 60 min vóru leiktir gloymdu vit at dekka upp í samband við hornaspark. Endin var at Valgerð Andreasen hegnisliga skallaði bóltin í netið til 2-1 til AB.

Aftur settu vit trýstiða á kompressaran. Heidi Sevdal rakti tvørstongina og bólturin sprakk aftur í spæl. Elin Maria Isaksen var fyrst á returinum og knallaði til, men bólturin rakti stongina og útaftur í spæl.

Men bara tríggjar minuttir eftir leiðslumálið javnaðu vit aftur. Lív F. Arge er hægst í samband við eitt hornaspark á hinari síðuni. Bólturin kom í hondina á einum AB verjuleikara og Elsa Andreasen brísklar fyri brotssparki. Lív tók sjálv brotssparkið, og so var 2-2

Hóast HB hevði meginpartin av spælinum síðsta hálva tíman, var tað AB, so fyri triðju ferð í dystinum legði seg á odda.

Valgerð Andreasen sendi eitt gott fríspark beinleiðis í HB málið inn undir tvørstongina, og so var 3-2 til heimaliðið.

HB kvinnurnar trýstu nú óført. Tá Lea Reginsdóttir, sum stóð ein branddyst í AB málinum, stórbjargaði einum skoti frá Heidi í 86 minutti, sá tað út til at AB fór at vinna.

Men unga Rebekka Benbakoura vildi tað øðrvísi. Hon varð flutt frá miðjuni og fram í álopið. Beint fyri leiklok eydnaðist tað henni at javnað til 3-3, sum eisini varð endaliga úrslitið.

Talan var um ein sera undirhaldandi og spennandi dyst á Argjum, sum tá samanumkom, kundi farið báðar vegir.

Løtu seinni leiktu B36 og EBStreymur/Skála í Gundadali, og vann B36 púra óvæntað 1-0. So hóast ódámliga javnleikin á Argjum, dragnaðu HB-kvinnurnar ikki í mun til silvurvinnararnar frá í fjør.

Nú verður steðgur í meðan kvinnulandsliðið skal í eldin á Tórsvølli. Næstu ferð vit skulu á vøllin, er tá KÍ, um tríggjar vikur, kemur á vitjan í Gundadali. Tá er bara eitt at gera.

Vit fegnast tó um at kvinnurnar í trimum umførum koma afturí aftur og megnað at vinna tað eina stigið heim við úr Vika.


KOYR Á, HB!!!

HAGTØLINI:

Kvinnur 1. deild, 2. umfar hósdagin 27. mars 2014 kl. 18:00 á Blue Water Arena

AB – HB 3-3 (1-1)1-0 Elsa Splidt Jacobsen 16’
1-1 Heidi Sevdal 31’
2-1 Valgerð Andreasen 60’
2-2 Lív F. Arge 63’
3-2 Valgerð Andreasen 70’
3-3 Rebekka Benbakoura 90’

Liðið: Nina Davidsen – Anitha K. Mortsensen (Marjun undir Kletti 44), Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal (liðsk.), Lív F. Arge, Elin Maria Isaksen, Hildur Egilsdóttir, Bjørt H. Magnusen, Liljan av Fløtum Petersen, Sólrun Thomsen og Rebekka Benbakoura

Óbrúktir eykaleikarar:Annika Dam, Kristina Á. Jakobsen og Edith Maria Samuelsen

Á beinkinum:Allan Dybczak og Ríkin N. Djurhuus

Gult kort: Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal og Nina Davidsen

Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar:Oda Andreasen og Laila Midjord


Myndir: Rakul Hansen