KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Javnleikur við Djúpumýru

1. lið18-08-2013 - Eyðun Hansen

Effodeildin, 20. umfar: KÍ - HB 3-3 (3-0)

Í skránni í dag var ein av størstu klassikarum í føroyskum fótbólti, har tey bæði mest vinnandi feløgini hittust í Djúpumýrum. Tó má sigast at langt er millum snapsarnar hjá vertunum, tá talan er um FM-heiti, tí KÍ hevur ”bara” vunnið FM-heitið tríggjar ferðir tey seinastu 40 árini, meðan dagsins gestir hava hálað heili 15 FM-heiti í hús. So til dystin.


Veðrið hevur onkuntíð verið betri enn til dagsins dyst. Tað lá eitt fitt lot tvørtur um vøllin, og hevði tað eisini hug at æla av og á. Ikki tí at hetta forstýraði so øgiliga nógv, men tað ger tað tó altíð eitt sindur. KÍ byrjar dystin, men beinavegin er tað HB sum tekur dirigentstokkin og longu innan tríggjar minuttir, hava okkara menn 2 hornaspørk, sum tó onki spyrst burturúr. KÍ hevur í øllum førum eina greiða ætlan, og er hon at liggja tætt í okkara monnum, so torført er at fáa ordiligt flótandi spæl. Fyrstu umleið 20 minuttirnar eru okkara menn so ruddiliga omaná, men neyvleikin væntar frammanfyri KÍ-málið. Serliga hevði Símun ein stóran møguleika, sum átti at givið mál.

So við og við koma KÍ betur við, uttan tó á nakran hátt at hótta málið hjá HB. Tí var tað sum at fáa ein beint á kassan, tá KÍ við sínum næsta hornasparki leggur seg á odda. Páll Klettskarð stendur púra ódekkaður beint fyri málið, og slíka møguleika skal man ikki einum áleypara sum Pálli. 1-0 til KÍ og tankarnir runnu aftur til minniliga dystin sjálvan flaggdagin fyrr í ár. Tá var støðan rættuliga lík. HB var greitt omaná, men KÍ skorar. Og í dag bleiv tað enn verri, og blivu næstu 6 minuttirnir ein marra. 3 minuttir eftir at KÍ hevði lagt seg á odda, er Hjalgrím Eltør staddur í vinstru síðu. Hann roynir eini 3-4 ferðir at leggja bóltin inn í feltið, og tá tað so endiliga eydnast, fer Teitur helst púra skeivur í royndini at boksa bóltin burtur av vandaleið, tí hetta endar við at bólturin liggur í HB-málinum. Og so var 2-0 til KÍ. Bara 2-3 minuttir eftir næsta málið  er støðan 3-0 til KÍ. Gott innlegg kemur úr høgru síðu hjá KÍ, og inni í feltinum kemur Páll Klettskarð, sum við kraft setur pannuna á, og Teitur er prísgivin.

Okkara menn vóru sum verða man eitt sindur groggy eftir hesar 6 ræðuminuttir, og fekst ikki serliga nógv samanhangandi spæl tað sum eftir var av fyrra hálvleiki. KÍ var sum verða man, ordiliga omaná, og var meiri hepnið við teimum, fingu teir eitt mál afturat, men tíbetur stóð Santos á sjálvari málstrikuni og fekk beint bóltin av vandaleið.

Seinri hálvleikur er eisini rættuliga løgin, tí nú eru KÍ-leikararnir nógv meira við í spælinum og koma til nógv fleiri málmøguleikar enn í fyrra hálvleiki, men nú tað er HB sum skorar. Fyrsta málið kemur eftir 50 minuttir, har fínt spæl í okkara høgru síðu endar við at Heini leggur bóltin inn í feltið, og har er Christian fyrstur á, og so stóð 3-1. Ein góð byrjan uppá seinra hálvleik hjá okkara monnum.

Vit skulu heilt til 75. minutt, áðrenn tað aftur bragdar. Málið kemur eftir gott spæl, fyrst í vinstru síðu, síðani úr høgru og endar alt við at Bárður Olsen fær skot á bóltin sum strýkur millum vinir og fíggindar  og í málið til 2-3. Nú tevjaðu okkara menn stig, og tað fingu teir eisini. Í 88. minutti er fríspark til HB nakað úti í høgru síðu. Christian leggur bóltin inn í feltið, og síðani er eitt sindur ping pong  og endar alt við at Páll Mohr Joensen skjýtur bóltin í málið til 3-3 og øgiligur rómur, bæði á vøllinum og so sanniliga eisini á teimum mongu og trúføstu HB-viðhaldsfólkunum sum høvdu leitað sær norður til Klaksvíkar í dag.

Tað sum eftir var av dystinum vóru málmøguleikar í báðum endum, men onki mál kom afturat. Enn ein sera minniligur dystur millum KÍ og HB. Men hetta var ein rættuliga løgin dystur. Og júst hesin dysturin sigur ikki heilt so lítið um dygdirnar hjá okkara monnum. Og viljan.

Stigatalvan sigur at vit hava 7 stig niður til næstfremsta liðið, og lat okkum nú halda fast við hesa leiðslu. Og finst nakar betur máti enn at fáa 3 stig á kontuna í næsta dystinum sum er móti grannunum fyri sunnan. Vit gleða okkum til næsta dyst sum verður 31. august.

KOYR Á HB!


HAGTØLINI

Effodeildin, 20. umfar 18. august 2013 kl. 15:00 í Djúpumýru

KÍ – HB 3-3 (3-0)
1-0 Páll Klettskarð 30
2-0 Teitur Gestson sm 34
3-0 Páll Klettskarð 35
3-1 Christian R. Mouritsen 51
3-2 Bárður Olsen 75
3-3 Páll Mohr Joensen 88

Liðið: Teitur M. Gestsson – Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Ales Jose dos Santos (Gunnar Haraldsen 86), Bárður Olsen (Páll Mohr Joensen 76), Fróði Benjaminsen (liðsk.) – Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen (Bárður J. Heinesen 76), Símun Samuelsen

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen, Bartal Wardum

Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Páll Mohr Joensen
Gul kort:
Reytt kort:

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar:Jan á Líðarenda og Andreas Petur Hansen
4. Dómari: Petur Reinert

Myndir: Rakul Hansen