KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







ÍF leggur leiðina framvið sunnudagin

1. lið14-06-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 13. umfari í Effodeildini: HB – ÍF

Sunnudagin er toppuppgerð á skránni í Gundadali. ÍF kemur á vijtan og skal verða við taka nýggju og snotisligu stadionklokkuna í nýtslu á fyrsta sinni.


ÍF, undir kønu leiðslu Albert Ellefsens, hevur eftir hondini fingið fatur í rætta endanum og hóast spælið ikki hevur verið eins brúsandi og í fjør, hava teir megnað at fáa røttu úrslitini burturúr.

Tí liggja teir á einum góðum øðrum plássi í Effodeildini, og tað má sigast at verða væl góðkennt, sæð í ljósinum av at onkur róði framundir at teir kanska fóru at hyggja meir niður enn upp.

Vit taptu okkara fyrsta dyst í ársins Effodeild tá vit í undanfarna umfari vóru við undirlutan frammi við Margáir. Hóast fleiri okkara fýltust inná mannin við floytuni, kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri manglandi málini.

Tey ynskja vit okkum sunnudagin og vónandi hevur strævna landsliðsvikan ikki tært ov nógv av kreftum hjá mongu landsliðsleikarum okkara.

Megna vit at finna vegin til málið aftur og framhaldandi binda væl fyri, átti tað at gingið eftir vild sunnudagin.

Vit ynskja ÍF og øllum fuglfirðingum hjartaliga vælkomum í Gundadal, okkara leikvøll, men kunnu sum so bara gott kaffi og eina hugnaliga løtu. Stigini ætla vit hava eftir í Havn.

Koyr á, HB!!!

Allir dystirnir í 13. umfari eru hesir:

1506 EB/Streymur – Víkingur
1506 NSÍ – 07 Vestur
1606 HB – ÍF
1606 TB – B36
1606 KÍ – AB