KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

ÍF hevur munin í Fløtugerði

1. lið07-04-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 3. umfari í Effodeildini: ÍF – HB

Triðja umfarið í Effodeildini er á skránni um vikuskiftið. Hesa ferð gongur leiðin til Fuglafjarðar, har ÍF tekur ímóti sunnudagin kl. 15.00.


Eftir tapið fyri samansetta liðnum úr Suðuroy komu vertirnir aftur á slóðina við góðum sigri á uppflytarunum úr Sundalagnum.

Eisini bleiv tað til tryggan sigur ímóti Giza Hoyvík í fyrsta umfarinum í Løgmanssteypinum. Tveir góðir pliktsigrar, sum helst hava við sær, at lagið er sera gott í Fløtugerði.

Vit vunnu greitt móti MB í okkara dysti um Løgmanssteypið, men uttan at taka nakað frá miðvingum vóru teir ongantíð nøkur hóttan.

Hinvegin mistu vit flogið, tá vit í øðrum umfari í Effodeildini bara megnaðu málleysan javnleik móti Skála á útivølli.

Tó at vit undanfarin ár hava havt stórar trupulleikar í Fløtugerði, mugu vit hava góðar vónir, og skulu vit vera við, har tað er stuttligt, mugu vit fáa okkurt burturúr sunnudagin.

Stuðlabussurin, sum er totalt ókeypis, koyrur sum vanligt, og meira kann lesast um bussin her.

Vit gleða okkum til spennandi dystin í Fuglafirði sunnudagin og fara at gera okkara til at hjálpa okkara monnum fram á leið.


Góðan dyst og Koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 3. umfari eru hesir:

0804 B36 – NSÍ
0904 07 Vestur – KÍ
0904 EB/Streymur – TB/FCS/Royn
0904 ÍF – HB
0904 Víkingur Skála