KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







í hálvfinaluni í Dana Cup

Dreingir26-07-2013 - Helgi Nielsen

Sum kunnugt eru 3 lið við dreingjum U12 frá HB við í stóru fótbóltskappingini Dana Cup í Hjørring. Tað hevur gingið væl hjá okkara har niðri, og nú í morgun spæla HB1 hálvfinalu.

HB1 høvdu ein strævnan dag í gjár. Teir spældu ikki minni enn 3 dystir. Fyrst 1/16 finalu móti einum liði úr Jordan, síðan 1/8 finalu móti einum norskum liði og kl. 20.30 í gjárkvøldið var tað so 1/4 finalan móti norsku Jotun Il. Her endaði dysturin javnur, so neyðugt varð við brotsspørkum, sum okkara vunnu. Longu kl. 8.30 í morgun spæla teir so aftur, hesaferð 1/2 finaluna móti norsku Fyllingsdalen FK.

Ein av leiðarunum á ferðini er Niels Uni Dam, og hann hevur verið óførur at blogga frá kappingini. Bloggurin hjá Niels Una sæst her.

Øll úrslitini frá kappingini síggjast her. (okkara eru við í B12)