KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Hugnaligur sigur á B71

1. deild menn29-06-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild, 17. umfar: HB – B71 3-0 (2-0)

Seinasti dystur fyri summarsteðgin var á skránni í dag tá vit, í Gundadali, tóku ímóti B71. Helst vóru fleiri longu farnir í summarfrí, tí ferðin var avgjørt mest til hugnabólt.


Fyrstu løtuna vóru gestirnir omaná og høvdu bóltin meira enn vit, men vandamiklir blivu teir ongantíð.

Vit vóru betur í avgerandi løtunum og ein tílík kom tá lítil hálvur tími var leiktur.. Dávid R. Nolsøe setti pannuna á eitt gott innlegg og legði okkum framum.

Bartal Wardum, sum saman við Eyðuni Højgaard, hevði ræði á miðjuni sendi eitt flott, fluktað langskot við innaru síðuni í netið. Hetta var tá knappliga fimm minuttir restaðu í fyrra hálvleiki. Flott mál.

Løtu seinni áttu gestirnir at minkað um munin. Eftir gott spæl álopsspæl, kenur Aron Clementsen í sera góða støðu, men tíverri fyri hann var Eli Nolsøe Leifsson klárur og bjargaði væl.

Jákup Slættalíð er ein áhaldandi hóttan, serliga í hornastøðum. Beint eftir byrjan av seinna hálvleiki royndi hann seg við skallara sum tíverri brast á tvørstongina.

Sandoyingar royndu seg við sera góðum langskoti ið Janus W. Mortensen sendi avstað, men aftur var Eli klárur og hóast bjargingin ikki sá heilt patent út, fekk hann jústað bóltin uppum málið.

Páll Mohr Joensen var aftur at síggja í dag og hóast dystarvenjingin helst hevur verið betur, megnaði hann at koma á máltalvuna. Rekandi framvið allari verjuni snýtti hann gestirnar fleiri ferðir inntil hann ísakalt sendi bóltin í handara horn. Gott einmansavrik.

Gestirnir megnaðu ikki at gera meira við støðuna og vit staðfestu greiðu oddastøðuna í 1. deild við enn einum góðum sigri.

Flott avrik og hjartaliga til lukku vit leikarar og venjarar. Tað koyrur bara hjá næstbesta liði okkara og vónandi klára teir at halda góðu gongdini restina av kappingini.


HAGTØLINI

1. deild, 17. umfar: leygardagin 29. juni 2013 kl. 15.00 í Gundadali


HB – B71 3-0 (2-0)
1-0 Dávid R. Noløe 26
2-0 Bartal Wardum 39
3-0 Páll Mohr Joensen 73

Liðið: Eli Nolsøe Leifsson - Pál Mohr Joensen, Magnus Egilsson, Tróndur Jensen (Bárður S. Guttesen 77), Dávid R. Nolsøe (Kári Hvannastein 72), Bartal Wardum, Páll Holm Jacobsen (Páll Mohr Joensen 72), Eyðun Højgaard, Jákup Slættalíð, Bárður Mittelstein og Sørin N. Samuelsen (liðsk.)

Venjari: Frankie Jensen
Hjálparvenjari: Símun Eliasen