KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo

HM-undankapping komandi dagarnar

Landslið06-04-2017 - Jónfinn Petursson

Hósdagin, 6. apríl, byrjar innleiðandi HM undankappingin millum Luksenborg, Montenegro, Turkaland og Føroyar. Felstu dystirnir verða leiktir á Tórsvølli.

Hósdagin, leygardagin og týsdagin, komandi verður innleiðandi HM-undankapping leikt í Tórsavn. Okkara kvinnur skulu royna at vinna seg víðari í sjálva undankappingina.

Skráin fyri kappingina er annars hendan:

Hósdagin 6. apríl:
Kl. 15.00 Turkaland - Montenegro á Tórsvølli
Kl. 19.30 Føroyar - Luksemborg á Tórsvølli

Leygardagin 8. apríl:
Kl. 15.00 Montenegro -Føroyar á Tórsvølli
Kl. 19.30 Turkaland - Luksemborg á Tórsvølli

Týsdagin 11. apríl:
Kl. 13.00 Førpuar - Turkaland á Tórsvølli
Kl. 13.00 Luksemborg - Montenegro á Ovara Vølli í Gundadali

Tær ið skulu umboðað Føroyar eru hesar:
Lív Arge, Milja R. Simonsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DK)
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DK)
Eyðvør Klakstein, Mislata C.F. (ESP)
Birita Nielsen, B68
Jónvá Hentze, HB
Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur
Súsanna M. Hansen, Ásla Johannesen, Elisabeth Vang og Sarita Maria Mittfoss, B36
Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen, Katrina Akursmørk,
Anna S. Hansen, Sigrun K. Kristiansen, Heidi Sevdal, Birna Tummasardóttir og Ansy Sevdal, EB/Str./Skála

Spennandi verður at fylgja við gongdini, og vónandi fara fleiri, eisini á bygd, at nýta høvið at síggja nakrar spennandi undankappingardystir. 

Ókeypis atgongd er til allar dystirnar.

Koyr á, Føroyar !!!!