KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Heldur einki at heinta móti risunum

Landslið10-09-2013 - Jónfinn Petursson

HM undankapping: Føroyar - Týskland 0-3 (0-1)

Eftir ein skilagóðan innsats móti Týsklandi har Fróði Benjaminsen helst fekk okkara besta møguleika, mugu vit bara staðfesta, at enn einaferð vóru vit ov stuttir. Heldur ikki hesuferð hjálpti maðurin við floytuni okkum nakað serligt.

Sjálvandi var eingin ivi um at gestirnir fóru at seta seg á tað mesta, men kanska vóru vit í so gestablíðir. Serliga í fyrra hálvleiki spældu vit bæði við reim og seðlum, og til tíðir var tað ikki so stuttligt tá okkara menn skutu á egnar stengur.

Hinvegin, vit spældu við hjartanum uttaná blusuni og serliga tá Páll Klettskarð og Christian R. Mouritsen komu inn um tímaslagið, kom rættulig gongd á alopspart okkara.

Thomas Múller eigur at verða sera glaður fyri ivasaman Litauiska dómararn ið valdi at vísa Atla Gregersen av vøllinum fyri at fella Bayern-áleyparan. 

Møguliga var avgerðin røtt út frá lógartekstinum, men um dómarin valdi heldur at brúka vanligt vit og skil, skuldi týskarin fingið gula kortið fyri vánaligan sjónleik. 

Men sum so ofta fyrr tordi dómarin ikki at døma til lítla heimaliðið og tí sendi hann Atla av vøllinum og gav gestunum brotsspark. Nýggi Arsenal-spælarin Mesut Øzil sendi bíliga bortssparikið í málið.

So var sum so ikki nógv hjá okkum at gera og eins og í Kasakstan, stóð man við vátari gron eftir enn ein kaldan vøtt.

Hallur Hansson kom inn og Fróði varð fluttur aftur í verjuna og Múller kvittaraði við at skorað seinasta málið beint fyri leiklok. 

Hallur skuldi helst hava fingið eina bjarging burturúr Manuel Neuer móti dystarenda, men tíverri skallaði hann frálíka innleggið frá Christani við síðuna av málinum.

Eitt gott avrik vístu okkara menn aftur í dag, men kenslan er allíkavæl eitt sindur tunn. Vit kunnu nógv í verjupartinum, men halt kipp sum vit eru amputeraðir frameftir. Teir sum byrjaðu inni gjørdu sítt, men helst verður onkur annar við frá byrjan næstu ferð.

Vit kunnu gleðast um at Fróði og serliga Jóhan Troest sum í dag royndi seg á høgra bakki klárðu seg væl. Christian kom inn og gjørdi tað flott eins og Hallur fekk eina góða, men lítla løtu á vøllinum. Gunnar var enn sum áður ein brandur í málinum, so har er einki at seta fingurin á.

Hagtølini:

HM undankappingardystur: 10. september kl. 19.45 á Tórsvølli

Føroyar - Týskland 0-3 (0-1)
0-1 Per Mertesacker 23'
0-2 Mesut Øzil 74' (br.)
0-3 Thomas Múller 84'

Liðið: Gunnar Nielsen - Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Christian L. Holst (Hallur Hansson 76), Jóan S. Edmundsson (Páll Klettskarð 68), Pól Johannes Justinussen og Daniel Udsen (Christian R. Mouritsen 68)

Gul kort: Pól J. Justinussen
Reyt kort: Atli Gregersen
Dagsins maður: Gunnar Nielsen (red.)

Óbrúktir eykaleikarar: Kristian Joensen, Hans Jørgensen, Erling Jacobsen, Heini Vatnsdal, Kristian Joensen, Leif Niclasen og Ari Jónsson

Venjari: Lars Olsen
Hj. Vernjari: Jóannes Jacobsen