KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







myndir24-08-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 20. umfar: ÍF – HB 2-1

Vit kunnu bara staðfesta, at trøini vaksa ikki inn í himmalin. Hóast vit hava verið flúgvandi seinsastu dystirnar, var alt við tað gamla í Fløutgerði í dag, tá vit mistu alt á gólvið móti dystarenda. ÍF vann bara sín annan sigur í ár, og eingin kann taka frálíka avrikið frá teimum.


Longu í fyrra hálvleiki sást, at tað koyrdi ikki, sum tað hevur gjørt seinastu umførini. Jógvan Rói og Adrian vóru út við leikbanni, og hóast maður kemur í mans stað, vóru vit rættiliga avmarkaðir í okkara vongspæli.

Vóru vertirnir neyvari og hepnari, vóru teir frammanfyri við tveimum í hálvleikinum. Bara ein blandingur av ringum hepni vánaligum endaúrsliti var munurin á javnleiki og greiðari ÍF-leiðslu í fyrra hálvleiki.

Vit sluppu við skelkinum og vónaðu, at hálvleikssteðgurin fór at broyta gongdina. Tað bleiv betur í seinna hálvleiki, men ongantíð meira enn næstbest.

Vit gjørdust tó næskari, og tá stórir tjúgu minuttir vóru eftir at leika, var Pinger seinastur á eftir eitt gott álop. Loksins fór bólturin í mál, og vit vóru á sigurskós.

Hvat hendi og ikki eftir hetta, er ringt at fáa skil á. Daniel, ið annars spældi ein fínan dyst, royndi seg við sera góðum frísparki, og bara ein super bjarging frá ÍF-málverjanum helt teimum inni í dystinum.

Níggju minuttir fyri leiklok missa vit bóltin í uppspælinum, og ÍF fer í mótálop. Av tí at ongin okkara hevur hug at leggja á hann, velur Dánjal á Lakjuni at medda til. Helst fer hann ongantíð aftur at raka bóltin so væl, og frálíka langskotið sat í handara málhorninum uttan møguleika hjá Teiti at bjarga.

Hóast ÍF eftir øllum at døma hevur útspælt sín møguleika í ársins Effodeild, vildu teir ikki hava hetta sitandi á sær, nú HB var á vitjan, og beint fyri leiklok slapp Ndende at javna.

Eitt fríspark verður sent innfyri, og hóast Teitur aftur í dag verður beinleiðis álopin í royndini at verja fyri, sleppur sterki verjuleikarin at leggja ÍF framum.

Í einari villari roynd at koma afturí aftur tveittu vit nú allar teymar av okkum. Men tíverri, ov seint var, og hvussu vit trýstu og blástu, megnaðu vit ikki at koppa vánaligastu verjuna í ársins Effodeild.

ÍF vann, tá samanum kom, ein uppibornan sigur og roynir við tí uttasta av fremstafingri at halda fast í kantinum til Effodeildina.

Vit eru avgjørt ikki nøgd við hetta avrikið, og helst mugu vit fara at rannsaka okkum sjálvi aftur og finna aftur til uppskriftina til góðu gongdina í undanfarnum dystunum.

Men, sum vit plaga at siga, vit vinna sum lið, og vit tapa sum lið, og nú er bera eitt at gera, og tað er at herja á aftur næstu ferð.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 20. umfar hósdagin 24. august 2017 kl. 18.00 í Fløtugerði

ÍF – HB 2-1 (0-0)
0-1 Sebastian Pingel 69’
1-1 Dánjal á Lakjuni 80’
2-1 Ndende Adama Guéye 87’

Gult kort: Símun Samuelsen, Sebastian Pingel og Øssur Dalbúð

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson (Hjalti K. Djurhuus 89), Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Levi Hanssen (Hans Jákup Annfinsson 88), Sebastian Pingel, Símun Samuelsen (Heri H. Mohr 83), Tróndur Jensen, Daniel Johansen, Aleksandar Stankov og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikarar: Bjarti V. Mørk, Sveinur Lava Olsen og Aron Clementsen 

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Daniel Johansen (red.)

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Vinjard Dam
4. dómari: Petur Reinert


Myndir: Rakul Hansen