KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Heimir nýggjur venjari

1. lið03-11-2017 - Jónfinn Petursson

Í leitanin eftur venjara til okkara besta lið, eru vit hesuferð farin út um bøgarðarnar. Fyri løtu síðan varð greitt, at Heimir Guðjónsson verður okkara nýggi høvðusvenjari.

Heimir Guðjónsson er 48 ára gamal og seinasta venjarastarvið var hjá vinum okkara úr FH á Hafnafjørðinum.

Heimir leikti á hægsta støði í Íslandi frá 1986 við KR, síðan eitt skiftið í ÍA fyri síðan at enda í 2006 í FH. 

Eitt nú var hann við at vinna 4-1 á okkum í dysti um Atlandsbikarið í 2005. Eisini hevur hann leikt á landsliðnum.

Vit fegnast almikið um at hava fingið tílíkan kapasitet í felagið og gleða okkum at síggja hvussu komandi ár fer at síggja út.

Eisini fara vit her at ynskja nýggja venjararanum hjartaliga vælkomin í Havnar Bóltfelag.