KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Gallaveitslan: Heidi og Fróði ársins leikarar og annað

Felagið02-11-2014 - Jónfinn Petursson

Hóast 110 ára gallaveitslu, sum var hildin í Dansifrøi fyri fullum hølum, varð eingin bumba slept á kvøldinum. Kanska tíbetur vildi onkur halda.


Fyriskipararnir vóru farnir eitt sindur út um karmarnar í ár. Øll vóru á einum máli um, at borðhaldið og alt, ið hartil hoyrdi, riggaði avbera væl. Húsaorkestrið og borðstjórin gjørdu sítt arbeiði til UG, og vit gestir vóru vitni til flott og gott undirhald á hægsta støði.

Finnbogi  Arge, formaður, hevði eina fína røðu, har hann einfalt og væl fekk greitt frá gongdini hetta árið. Honum á baki kom Heðin Mortensen, borgarstjóri. Eftir eina super talu, sum fór beint ígjøgnum, var leisturin líkasum lagdur fyri restina av kvøldinum.

Súni Merkistein tók táttin upp frá gestarøðu sínari fyri nøkrum árum síðani. Vælorðaði útvarpsmaðurin við serliga góðum evnum at gera sjónvarpssendingar leiddi okkum ígjøgnum sjeyti- og áttatiárini. Fyrst við vanligari røðu og síðan við stuttum, men sera áhugaverdum filmi.

Ingi Rasmussen, sum var ársins gestarøðari, treiv eisini eitt sindur í søguliga partin og greiddi væl og livandi frá hansara tíð sum partur av besta liðnum.

Størsta løtan var helst, tá Finnbogi Arge handaði Poul Michelsen prógv um heiðurslimaskap í Havnar Bóltfelag. Ein søga kemur á heimasíðuna hesum viðvíkjandi seinni.

Formaðurin í HB-Stuðlum, Turið Láadal Sejersdóttir, vildi eisini sleppa við. Saman við Knút Olsen avdúkaði hon, hvørjir gjørdust árins leikarar.

Hjá kvinunum bleiv Heidi Sevdal vald sum ársins leikari. Henni á baki komu Lív F. Arge og Milja R. Simonsen.

Fróði Benjaminsen varð enn einaferð kosin besti leikari hjá monnum. Teitur M. Gestsson og Andrew av Fløtum vóru næstir.