KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo

HB væl umboðað á U17-landsliðnum

Landslið26-04-2017 - Jónfinn Petursson

Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið U17-landsliðið við dreingjum, ið skal til EM-endaspælið í Kroatia. Fyrsti dystur verður spældur 3. mai.


Leygardagin setir føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Zagreb í Kroatia. Á skránni er EM-endaspælið 2017.

- Vit gleða okkum ómetaliga nógv at fara til hesa kapping. Hóast eg sjálvur nú samanlagt havi roynt hetta í tíggju ár, og verið til 78 landsdystir við U17-liðnum, so hava vit ongantíð áður verið til eitt endaspæl, og tí vita vit ikki heilt hvussu hetta verður, sigur Áki Johansen, venjari.

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg so væl sum tilber til kappingina, og hópurin er sum heild væl fyri. Kortini verða venjararnir noyddir at síggja burtur frá liðskiparanum, Fróða Pætursson Rasmussen, sum er skaddur, og tískil ikki kann verða við á ferðini til Kroatia.

Tað er nokk einki at ivast í, at ein sovorðin uppliving fer at læra spælararnar nógv, og kemur at verða ein tíðandi partur av teirra fótbóltsmenning.

- Vit kenna okkara mótstøðulið, sum øll eru rættuliga sterk, og á pappírinum sterkari enn vit. Men vit hava ikki minni enn tvær ferðir fyrr gjørt tað ómøguliga, og tað vóna vit aftur fer at bera til.

- Eitt er í øllum føri heilt vist, og tað er, at líkamikið hvussu fer at ganga, so verður hetta ein hending í okkara lívið, sum vit ongantíð fara at gloyma, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Hópurin sær soleiðis út:
Elias El Moustage, AaB Ålborg (DK)
Hanus Sørensen og Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DK)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Jákup Joensen, Skála
Magnus Holm Jacobsen, B36
Andrias Edmundsson, B68
Tórur Jacobsen, KÍ
Stefan Radosavljevic, TB
Sjúrður Pauli Nielsen, Steffan A. Løkin og Sølvi Sigvardsen, NSÍ
Dann Fróðason og Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur
Bjarti Vitalis Mørk, Bjarni Brimnes, Símun Sólheim og Sveinur Lava Olsen, HB

Vit í HB fegnast um, at Bjarti, Bjarni, Símun og Sveinur hava fingið landsliðsboð. Eisini fegnast vit um, at Hanus skal við at umboða Føroyar í Kroatia.

Hjartaliga til lukku allir og bestu eydnu við komandi uppgávuni.


Mynd og heimildari:
fsf.fo