KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







HB væl umboðað hjá U21

Landslið15-03-2017 - Jónfinn Petursson

Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið 26 spælarar til venjingarlegu hjá U21-landsliðnum, sum verður í døgunum 24. til 26. mars.

Fyrireikingarnar hjá føroyska U21-landsliðnum, sum í summar fer undir sína sættu EM-undankapping, eru so smátt farnar í gongd.

Nýggju venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið 26 spælarar til venjingarleguna, sum eftir ætlan verður í Havn frá 24. til 26. mars.

- Dirvi og virkisfýsni skal eyðkenna hópin komandi tvey árini. Vit eru farnir í arbeiðshandskarnar og gleða okkum, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Málverjar:
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Emil Rom Madsen, Århus Fremad (DEN)

Verjuleikarar:
Ari Olsen, Skála
Benjamin Heinesen, B36
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur
Erlendur Magnusson, B36
Elias J. Lervig, Víkingur

Miðvallarar:
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Janus S. Samuelsen, 07 Vestur
Steinbjørn Olsen, KÍ
Salmundur Bech, TB/FCS/Royn
Dan í Soylu, EB/Streymur
Hans Jákup Lervig, Víkingur
Jann Benjaminsen, NSÍ
Heri Hjalt Mohr, HB

Framherjar:
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DK)
Petur Knudsen, NSÍ
Ari Mohr Olsen, HB
Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Upprunaliga vórðu Jákup L. Thomsen, Skive, Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF, og Dávid Muller, ið spælir fyri Vejle BK, boðsendir til venjingarleguna, men teir hava allir givið avboð.

Fyrsti dystur í komandi EM-undankapping verður tann 8. juni, tá føroyska liðið skal spæla á útivølli ímóti Litava. Hini londini í bólkinum eru Danmark, Finnland, Georgia og Pólland.

Skráin fyri EM-undankappingina sæst her. Italia og San Marino vera vertir fyri EM-endaspælinum í 2019.

Vit fegnast um at Bartal, Heri, Ari og Teit hava fingið landsliðsboð, og ynskja øllum bestu eydnu við komandi uppgávunum.


Mynd og heimildari: fsf.fo