KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







HB væl umboðað á U21 landsliðnum

Landslið28-10-2017 - Jónfinn Petursson

Eli Hentze, venjari og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, hava sent boð eftir 26 spælarum, í samband við fyrireikingarnar til dystin ímóti Póllandi.


Fríggjadagin 10. november fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Pólland kemur á vitjan á Tórsvølli. 

Higartil hava Føroyar spælt fýra dystir í undankappingini til EM 2019, og í løtuni er føroyska liðið nummar 3 í bólkinum við 4 stigum, frammanfyri Litava, Finnland og Georgia, meðan Danmark er nummar 1 og Pólland er á 2. plássi.

Fyrireikingarnar til dystin móti Póllandi eru so smátt farnar í gongd, og í fyrsta umfari hava Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari úttikið ein bruttohóp við 26 spælarum, ið skal venja regluliga fram til dystin móti póllakkum.

Hópurin
Bjarki Nielsen, AB
Ari Olsen og Hákun Edmundsson, Skála
Pætur Petersen og Ari Mohr Olsen, EB/Streymur
Silas Eyðsteinsson og John J. Frederiksen, 07 Vestur
Elias Rasmussen, Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur
Bjarni Petersen, Erlendur Magnusson og Meinhard Egilsson Olsen, B36
Karstin Hansen, Betuel Hansen Jann J. Benjaminsen Petur Knudsen, NSÍ
Jóannes K. Danielsen, Ólavur Niclasen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð,
Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Adrian Justinussen og Hjalti Kárason Djurhuus, HB
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DK)
Jákup Ludvig Thomsen, Thisted (DK)

Vit fegnast um at Heri, Bartal, Adrian og Hjalti hava fingið landsliðsboð. Samstundis fegnast vit eisini um at Teit og Jákup Ludvig klára seg væl í Danmark og tí eisini hava fingið boð.

Fríggjadagin 3. november fæst at vita, hvørjir teir 20 spælararnir verða, ið endaliga verða úttiknir til dystin móti Póllandi.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður á Tórsvølli fríggjadagin 10. november klokkan 16.45


Mynd og heimildari: fsf.fo