KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







HB sera væl umboðað hjá U19-kvinnum

Landslið29-09-2017 - Jónfinn Petursson

John Petersen, U19-landsliðsvenjari hjá gentum, hevur úttikið hópin, sum í oktober skal til innleiðandi EM-undankapping í Moldova.


Í døgunum 16. til 22. oktober fer føroyska U19-landsliðið við gentum til Moldova, har innleiðandi EM-undankapping verður á skránni. Umframt Føroyar og vertslandið, verða Frakland og Italia eisini við í kappingini.

Hetta verður heilt avgjørt hørð mótstøða, og tað er venjarin, John Petersen, fult greiður yvir, men eingin ivi skal vera um, at føroyska liðið fer at gera alt, tær kunnu, fyri at fáa so gott úrslit sum tilber, og so ætlar venjarin sær stig ímóti Moldova.

- Frakland og Italia eru tvey av teimum heilt góðu evropeisku londunum, so tað liggur ikki fremst at halda, at vit skulu hava stig ímóti teimum. Men vit fara sjálvandi at gera okkara allar besta, og ímóti Moldova trúgvi eg upp á, at vit kunnu gera ein vørr, og helst fáa trý stig, sigur John Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Tær, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar:
Sarita Maria Mittfoss, B36
Birita Bergsdóttir Nielsen, Oddny Lind Jacobsen og Hansina Ronaldsdóttir, B68
Randi Eyðunsdóttir á Bergi,Tórunn Højgaard Joensen, Evy á Lakjuni og Tóra Mohr,
Nadja Dam Johannesen, Sara Samson Lamhauge, Poula Andreasen, Ninna Hansen, Rebekka F. Benbakoura, Lea Hansen og Julia Naomi Mortensen, HB
Andrea Silja S. Hoydal, AaB (DK)
Rebekka Klein Olsen, Team Viborg (DK)
Rebekka E. Danielsen, Forus og Gausel (NOR)

Vit fegnast almikið um, at Nadja, Sara, Poula, Ninna, Rebekka, Lea og Julia Naomi eru úttiknar til U19-landsliðið og kunnu eisini stafesta, at framtíðin í kvinnufótbóltinum hjá okkum er sera bjørt.

Sjálvandi ynskja vit øllum til lukku við úttøkuni og bestu eydnu við komandi avbjóðingunum.

Skráin er hendan:
16. oktober Frakland – Føroyar (kl. 11.00)
19. oktober Italia – Føroyar (kl. 11.00)
22. oktober Føroyar – Moldova (kl. 11.00)


Mynd og heimildari: fsf.fo