KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Savnsmynd: Rakul Hansen/hb.fo

Kvinnurnar góðan sigur á ÍF

Kvinnur20-05-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur: HB - ÍF 5-1 (2-1)

Beint eftir vælvitjaðu felagsguðstænastuna í Gundadali løgdu HB og ÍF til brots á niðara vølli.


HB kvinnurnar fingu ein lítlan skelk, tí næstan beinanvegin dysturin varð bríkslaður í gongd, lá bólturin í okkara máli.

Hetta nívdi tó ikki okkara meira enn so, at vit herjaðu beint á aftur, og við ágangandi álopum fingu vit fleiri møguleikar.

Lív F. Arge javnaði tá knappir tjúgu minuttir vóru leiktir. Stødd nakað útí í høgru síðu smekkar hon eitt langskot í málið.

Tveir minuttir seinni royndi Heidi seg eftir góðum uppspæli frá Milju, men tíverri fór bólturin á stongina.

Tá stórur hálvur tími var leiktur legði Milja okkum framum, eftir gott uppspæl frá Elsu S. Jacobsen. Tríggjar minuttir seinni spældi Heidi væl til Milju, men aftur var stongin fyri.

Bara tveir minuttir inn í seinna hálvleiki økir Elin Maria til 3-1 við einum flottum langskoti. Á tímaslagnum skorar Lív sítt seinna mál. Hesuferð við høvdinum.

Beint fyri leiklok stríðir Elin Maria seg til sítt seinna mál eftir í roynd og verðu at hava mist møguleikan.

Tí endaði hesin fíni dysturin við góðum og sannførandi sigri til okkara góða kvinnulið. Vit gleðast og kunnu staðfesta, at kvinnurnar nú eru á slóðini aftur.