KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

HB-hugnakvøld týskvøldið 21. mars

Felagið18-03-2017 - Jónfinn Petursson

Góðu HB-foreldur, HB-sponsorar, og HB-viðhaldsfólk. Tit eru øll hjartaliga vælkomin í HB-húsið til eitt hugnaprát og ein kaffimunn týskvøldið 21. mars kl. 19.00

Á hugnakvøldinum verður møguleiki at heilsa uppá okkara Effoleikarar og 1. deild kvinnum, og harumframt verður høvi at fáa autograf frá teimum.

Formaðurin greiðir frá virksemi felagsins og týdninginum fyri okkum HB-arar av tí umfatandi ungdóms- og Effodeildararbeiði, sum verður gjørt í HB. 

Eisini verður greitt frá, hvussu umráðandi okkara trúgvu og ágrýtnu sponsorar eru fyri okkum og fyri okkara felag.

Sigfríður Clementsen, sum er venjari hjá okkara Effoliði, fer at greiða børnum og foreldrum frá, hvat skal til fyri at gerast ein góður fótbóltsspælari.

Vit gleða okkum til eina spennandi og gevandi hugnaløtu saman við tykkum øllum. ið jú eru hjartað og sálin í Havnar Bóltfelag.