KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Mynd: ecaeurope.com

HB hægstu rating í Føroyum sambært ECA

Felagið06-09-2013 - Jónfinn Petursson

Onkur hevur kanska varnast, at ein leinkja til ECA er komin at standa niðast á heimasíðuni hjá HB.

Hetta kemst av, at Havnar Bóltfelag, sum hevur verið tilknýttur limur(associated member) í felagsskapinum í nøkur ár, frá 1. Juli 2013 er vorðin fastur limur (ordinary member) í European Club Association, fyribils fram til juli 2015.

ECA er áhugafelagsskapur hjá europeiskum fótbóltsfeløgum, sum luttaka í kappingunum hjá UEFA. Tað ber ikki til at melda seg inn í ECA, men skipanin virkar á tann hátt, at feløgini fáa limaskap í mun til eina rullandi styrkismeting.

HB hevur sterkastu styrkismetingina í Føroyum og er í løtuni einasti fastur limur í ECA við atkvøðurætti á aðalfundinum og møguleika til at stillla upp til álitisstørv í felagsskapinum. ECA ber allan kostnað av okkara luttøku á fundum felagsins.

Trý onnur føroysk feløg hava í løtuni tilknýttan limaskap uttan atkvøðurætt í ECA. Tey eru EB/Streymur, B36 og NSÍ.

Mánadagin og týsdagin í komandi viku verða umboð fyri føroysku feløgini við á árliga aðalfundinum í Geneva í Sveis. Finnbogi Arge umboðar HB á aðalfundinum, sum verður stýrdur av fyrrverandi týska landsliðsleikaranum Karl-Heinz Rummenigge.