KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







HB fekk bronsu í Dana Cup

Dreingir26-07-2013 - Helgi Nielsen

Tað eydnaðist ikki hjá okkara dreingjum at vinna seg í finaluna í Dana Cup. Norska mótstøðuliðið úr Fyllingsdalen í hálvfinaluni í morgun gjørdist ov stórur biti, men okkara tryggjaðu sær so eitt flott bronsupláss

Sambært dystarsøgnini á nudlar.net var talan um sera sterkt mótstøðulið, men okkara høvdu tó onkrar møguleikar í dystinum. Samanumtikið gjørdist tó talan um ein greiðan sigur hjá norðmonnunum, sum skulu møta heimaliðnum úr Hjørring í finaluni. Hinvegin kann einki takast frá okkara. At vinna bronsu í so stórari altjóða fótbóltskapping er óføra flott. Tillukku við tí.

Hini bæði HB liðini fingu seg eisini roynd í kappingini. Talan var um fleiri spennandi dystir, hóast tølini í nøkrum førum kanska siga nakað annað. Alt í alt hevur talan verið um eina spennandi og mennandi kapping fyri okkara dreingir.

Okkara eru nú lidnir í kappingini, og nú fer ferðalagið so at hugna sær í sommerland o.a., til leiðin í annaðkvøld gongur heimaftur við Norrønu. Vit ynskja teimum eina góða heimferð.