KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo

HB aftur vælumboðað á landsliðnum

Ymiskt31-07-2013 - Jónfinn Petursson

Sum liður í fyrireikingunum til endaspurtin í hesum HM-undankappingarumfarinum, hevur Lars Olsen landsliðsvenjari, sett navn á leikararnar ið skulu verða við í hópinum sum skal spæla venjingardyst móti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.


Vit HB kunnu fegnast um at boð eru eftir Teiti, Hans, Christian, Fróða, Símun og Heina, og at vit harvið aftur eru vælumboða við seks leikarum hesaferð. Aftur er boð eftir báðum okkara frálíku málmonnum.

Harumframt kunnu vit fegnast um at tað gongur væl hjá Gunnar Nielsen og Hallur Hansson ið ávíkavíst leika í Motherwell í Skotalndi og AaB í Danmark, og at teir eisini hava fingið landsliðsboð.

Aliir ið hava fingið landsliðsboð eru hesir:
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)
Jónas Tór Næs, Valur (ICE)
Atli Gregersenog Erling Jacobsen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Pól Jóhannus Jústinussen, NSÍ
Viljormur Davidsen, FC Fredericia (DK)
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Leif Niclasen og Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Hans Hørgensen, Teitur M. Gestsson, Heini Vatnsdal, Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen og Fróði Benjaminsen, HB
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)
Páll Klettskarð,

Vit hava fýra dystir eftir í hesi HM-undankappingini. 6. september spæla vit á útivølli móti Kasakhstan og fyra dagar seinni kemur Týskland á vitjan.

11. oktober vitjar Kasakhstan og endabresturin veðrur 15. oktober, tá Eysturríki vitjar.

Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku vit úttøkuni og bestu eyðnu við venjingardystinum. Venjingardysturin móti Íslandi verður á Laugardalsvøllinum, mikudagin 14. august.