KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd Rakul Hansen/hb.fo

Havnar Bóltfelag vil tryggja rasujavnstøðu

Felagið05-05-2013 - Helgi Nielsen

Havnar Bóltfelag hevur sum grundsjónarmið, at fótbóltur er fyri øll, uttan mun til húðalit, trúgv, kyn, aldur ella uppruna.


Felagið góðtekur ikki, at at diskriminering ella rasisma fer fram í húsum felagsins, á leikvøllinum ella millum fjepparar í samband við venjing ella dyst ella aðra samveru, sum hevur samband við ítróttarligt virksemi í felagnum.

Limir felagsins eiga tí beinanvegin at átala, um rasistiskar viðmerkingar hoyrast millum áskoðarar, leikarar, venjarar ella onnur, sum hava við fótbóltsspælið at gera.

Um persónur ger seg sekan í rasistiskum viðmerkingum á fótbóltsøkinum, kann felagið sýta viðkomandi atgongd til venjingar og dystir, sum felagið varðar av.

Felagið kann eisini strika lim, sum ger seg sekan í rasismu, úr felagnum í eitt tíðarskeið.

Bløð, rit, graffitti og annað tilfar við rasistiskum innihaldi má ikki vera í húsum felagsins ella rundanum.

Havnar Bóltfelag fer við upplýsingarvirksemi aktivt inn at tryggja rasujavnstøðu í felagnum.

Vegna Havnar Bóltfelag
Nevndin