KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Hans Jákup heldur fram

1. lið16-10-2017 - Jónfinn Petursson

Evnaríki framherjin sum fyrr í ár gjørdi sín allar fyrsta sáttmála við barndómsfelagið, hevur gjørt av at leingja um samstarvið.


Hans Jákup Annfinsson hevur í alt skorað 24 mál í 40 dystum fyri Havnar Bóltfelag í ár. Flestu minuttirnar og øll málini eru skoraði fyri okkara næstbesta liði og fyri U18.

Enn letur fyrsta málið á besta liðnum bíða eftir sær, men tað skal nokk koma, og higartil í ár hevur Hans Jákup fingið 78 minnutir í fimm dystum millum teir bestu.

Vit fegnast almikið um, at ein av okkara egnu heldur fram í felagnum og gleða okkum at síggja Hans Jákup í komandi tíðini.



Mynd:
Turið Láadal Sejersdóttir