KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, handar steyp til okkara liðskipara, Anitha Mortensen.

Gull til 2. deild kvinnur

Kvinnur23-09-2013 - Jónfinn Petursson

Leygardagin vann HB gull í landskappingini í 2. deild hjá kvinnum. Seinasti dysturin varð leiktur móti B68/NSÍ.

Okkara kvinnur vunnu 3-2, aftaná 2-0 til HB í hálvleikinum. Marjun undir Kletti skoraði tvær ferðir. Hildur Egilsdóttir skoraði eitt.

HB vann landskappingina við 34 stigum, nr 2 gjørdist EB/Skála við 29 stigum og B36 nr 3 við 23 stigum.

Vit ynskja leikarum, venjarum og øllum avvarandi annars hjartaliga til lukku við flotta úrslitnum. Høvuðsvenjari hjá kvinnunum er Allan Dybczak, meðan Ríkin N. Djurhuus er hjálparvenjari.

Koyr á, HB !!!!


Myndir: Rakul, Lív og Elin Maria