KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB.

Greiður sigur í páskasólini

1. lið28-03-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin (3): HB - EB/Streymur 2-0

Gestirnir fingu ongantíð fótin fyri seg, og hóast einki mál kom í fyrra hálvleiki, ivaðist eingin í, at trý stig bíðaðu eftir okkum. Tvey góð mál av Gunnari Haraldsen og Fróða Benjaminsen staðfesti okkara greiðu yvirvág. Vit kundu saktans skorað fleiri, men verjan og málmaðurin hjá EB/Streymi vóru fyri.


Eftir frálíka sigurin hjá kvinnunum ímóti B36 fyrr í dag varð við spenningin bíðað eftir "the main event". Frálíkt veður var, so vónirnar vóru til ein góðan dyst. Tað fingu vit sum so eisini, men ikki fyrr enn í seinna hálvleiki.

Ágrýtnið var eyðsýnt, og hugurin at bjóða seg fram somuleiðis í dagsins dysti. Stórur munur var at síggja okkara menn í dag og í fyrsta umfari. Vit sótu tætt í gestunum, sum ongantíð rættuliga komu inn í dystin og slett ikki sluppu at spæla sítt eyðkenda álopsspæl.

Gunnar Haraldsen, ið higartil hevur verið ein brandur í verjuni saman við Jóhan, fekk fyrsta møguleikan, tá hann við høvdinum royndi at sneiða bóltin í málið eftir horna. Tíverri fór royndin framvið málinum. Hetta var longu í 3. minutti.

Tíggju minuttir seinni kom Andrew í góða støðu eftir gott uppspæl av Jógvan Róa og Christian, men skotið fór langt við síðuna av málinum. Beint áðrenn hetta hevði Gert Hansen roynt seg í okkara brotsteigi, men verjan var fyri og beindi bóltin út til horna.

Christian R. Mouritsen var aftur væl við i dag og beint fyri hálvleik royndi hann seg, men skotið fór beint á málmannin. Beiggin, dagsins maður, Kristin, fekk síðsta møguleikan, men innskifti Jákup Andrias Hansen, ið kom inn fyri ein skaddan René Tórgarð, kom væl út og blokkeraði.

Beint eftir at seinni hálvleikur var skotin í gongd, kom Hans Pauli Samuelsen í góða støðu, men tíverri fyri hann, var Teitur klárur og bjargaði.

Í 50. minutti bragdaði. Gunnar smekkaði bóltin í málið eftir hornaspark. Frálíki Gunnar Haraldsen hevur nú skorað í tveimum dystum uppí slag. Eftir hetta settu vit ferðina enn meiri upp.

Á tímaslagnum var aftur mál. Gott spæl í vinstru síðu endar við at ein bóltur verður sendur inn á miðjuna til Fróða. Kanska var sendingin eitt sindur long, men hvussu er og ikki, so setur Fróði innaru síðuna á, og bólturin smeyg sær í málið dygst úti við stongina. Kanska takklaði hann seg til málið, men líka mikið, mál var tað.

Christian kom sær í sera góða støðu eftir enn eitt frálíkt álop úr vinstru síðu, men góða royndin fór yvir málið. Andrew royndi seg eisini, men tíverri var verjan fyri, og bólturin fór til horna. Alt hetta hendi teir næstu tíggju minuttirnar eftir seinna mál okkara.

Símun Samuelsen varð tikin út tá smáir tjúgu minuttir vóru eftir og Pál Mohr Joensen kom inn. Stuttligt var at síggja, hvussu nógv Pál hevur tikið seg fram, og fleiri ferðir kom hann væl ígjøgnum í vinstru síðu við longum, men skjótum fetum. Ein tílík støða kom í, tá áhaldandi trýst endar við, at vit vinna bóltin, og Pál fer avstað. Hegnisliga sendur hann bóltin innfyri, men tíverri kom verjan fyri royndina hjá Christiani, ið veruliga hevði uppiborið eitt mál í dag.

Bárður J. Heinesen og Tróndur Jensen komu inn fyri Andrew av Fløtum og Bárður Olsen. Bárður kom í tvær góðar støður heilt ímóti endanum. Fyrst kom hann í tvístøðu, um hvat hann skuldi gera, tá hann í fríari støðu skjeyt beint á málmannin. Seinni vísti hann áhaldandi ágtrýtni við at trýsta verju og málmann og var bara sentimetrar frá at skora sítt fyrsta landskappingarmál fyri HB.

Ímillum hesar báðar møguleikarnar royndi Arnbjørn Hansen seg. Tíbetur órógvaði okkara verja hann so nógv, at skotið fór við síðuna av málinum.

Við hørðum arbeiði og ágrýtnum nærlagni varð ein góður sigur fingin til høldar í dag, og nú kunnu vit síggja fram til toppuppgerð í Fløtugerði, tá ÍF annan páskadag tekur ímóti. Vit gleða okkum. Hjartaliga til lukku við óføra avrikinum og takk fyri ein góðan dyst.

KOYR Á, HB !!!!


HAGTØLINI

3. umfar - Skírisdag 28. mars 2013 kl. 15.00 í Gundadali

HB - EB/Streymur 2-0 (0-0)
1-0 Gunnar Haraldsen 50
2-0 Fróði Benjaminsen 60

Liðið:Teitur Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen (Pál Mohr Joensen 72), Bárður Olsen (Tróndur Jensen 84), Fróði Benjaminsen (liðsk.), Christian R. Mouritsen, Jógvan Skeel Nolsøe - Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen 84)

Óbrúktir eykaleikarar: Eli Leifsson Nolsøe og Jógvan Skeel Nolsøe
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Bárður Olsen
Reyð Kort: ongin
Dagsins maður: Kristin R. Mouritsen
Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Andreas Petur Hansen
4. dómari: Dánjal M. Joensen


Mynd:
Rakul Hansen/HB