KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Grassrootsdagurin hjá HB týsdagin 21. mai

Felagið20-05-2013 - Jónfinn Petursson

Í samband við Champions League finaluna leygardagin 25. mai verða Grassrootsdagar hildnir í øllum Evropa komandi vikuna. Í Havnar Bóltfelag verður skipað fyri hesum degi týsdagin 21. mai.

Dagurin verður hildin í Gundadali millum kl. 16.00 og 18.00 og verða Tórsvøllur og ovari vøllur í Gundadalur vónandi á tremur við ungum sum eldri í saman fara at njóta dagin.

Havnar Bóltfelag við tí heita á øll, leikarar, leiðarar, foreldur og annars øll avvarandi, at seta sær eina løtu av týsdagin at spæla bólt eina løtu.

Talan er um ósamskipaða venjing og vanligan hugna, har øll, uttan mun til førleika, kunnu royna seg sum fótbóltssnillingar til frama fyri heildina.

So haldi tykkum ikki aftur, dusti gomlu gaggurnar av og herji á. Bara hugflogið setur mark fyri hvussu stuttligurin verður.


Hvat er "Fótbóltur fyri øll"?

Her er tað bara hugflogið sum avmarkar.

Endamálið er í hvussu er, at ØLL skulu hava tað stuttligt og hugnaligt saman við bóltinum. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.