KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Grannar dystast um finalupláss

1. lið09-05-2017 - Jónfinn Petursson

Undan fyrru hálvfinaluni: B36 – HB

Fyrsta uppgerðin í ár endaði við hepnum javnleiki til grannarnar. Nú er hin næsta á skránni, og væl vitandi, at einki verður avgjørt í fyrru hálvfinaluni, kann væntast varni.


Tað kennist, sum vit nú hava fingið fatur í rætta endanum. Hóast vit leiktu javnleik móti Víkingi, sóust góðar taktir. Somu tendensir sóu vit aftur leygardagin, tá suðringar komu á vitjan og blivu sendir avstað aftur við ongum.

B36 spældi málleysan javnleik móti nøkrum treiskum sundalagsmonnum, og helst man hetta kennast sum tvey tapt stig.

Hesir dystirnir hava tó ongan týdning, tá vit og grannarnir bresta saman mikukvøldi kl. 18.00.

Eitt pláss í steypafinaluni stendur uppá spæl, og bæði liðini vilja sjálvsagt hava besta útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna.

Upphiting til dystin verður í Stuðlastovuni og í HB-húsinum frá kl. 17.00. So komið og stuðlið okkara monnum væl á leið í næstu grannauppgerðini.

Vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll og góðan dyst.


Koyr á, HB!!!!


Hálvfinalurnar eru hesar:

1005 B36 – HB
1005 KÍ - NSÍ