KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Heðin Weihe

Gott lag í Íslandi

1. lið03-07-2013 - Jónfinn Petursson

Mánadagin varð leiðin løgd móti Íslandi har HB hósdagin leikar innleiðandi umfar í kappingini í Europa League móti ÍBV á Vestmannaoyggjum.


Ferðalag okkara hevur hesar báðar dagarnar hildið til í høvðusstaðarøkinum. Okkara menn hava vant og fyrireika seg seg á Hafnafirði og skulu vit her heilsa FH og takka fyri fyrimyndaliga góða vælvild og hjálpsemi.

Í dag verður so fari út á oyggjarnar har seinastu fyrireikingarnar áðrenn dystin skulu fáast uppá pláss. Veðrið er gott og í løtuni skínur sólin úr bláum himli. Júst sum her heima.

Allir eru sum so væl fyri, hóast onkur kanska er eitt sindur moyrur eftir dystin í Gøtu, men við góðari hjálp frá okkara hjálparfólkum skulu helst allir fáast uppá beini til avgerandi løtuna.

Dysturin verður leiktur á Hásteinsvøllinum í Vestmannaeygarbæ hósdagin 4. juli kl. 19.30 íslendska tíð, ið er kl. 20.30 okkara tíð.

Vit skulu heilsa frá ferðaliðnum, at teir hava tað gott og at hýrurin er góður. Vit gleða okkum til dystin og vóna at okkara menn koma aftur við einum góðum úrsliti.


Myndir: Heðin Weihe