KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Gongutúrur við legendum, teinæringur og útvarpsprát

Ymiskt10-05-2015 - Jónfinn Petursson

Hesar seinastu dagarnar hevur verið møguligt at skera í spenningin hjá Knút og Herlufi, HB-fan nummar eitt og tvey, ella øvugt. Fín vitjan av flatlondum hevur staðið fyri framman.


Fínu donsku gestirnir, Frank og konan Malene, sum vit hava skrivað um áður her á síðuni, eru í hesum døgum á vitjan á klettunum.

Ymisk hevur verið á skránni, millum annað ein túrur í Klaksvík har Malene umvegis Feilberg familuna, hevur ættarbond. Pápin er úr Fuglafirði.

Leygarmorgunin byrjaði dagurin við gongutúri saman við "legendunum". Teir ganga hvønn leygardag, og sum Børge, við einum skálakasmíli, segði við heimasíðuna: "Vit plaga at byrja 12 minuttir yvir 9. Tá eru allir møttir".

Á túrinum, sum byrjaði í náttúruvarkar økinum undir Svartafossi, var eisni vitja á Mest har teinæringurin hjá Kai Hammer var skoðaður. Harumframt var vitjað í Hoydølum har fyrstu fótbóltsdystirnir hjá havnarmonnum vóru spældir um aldarmótið 18-1900.

Gongutúrurin endaði í HB-húsinum, har myndir vóru tiknar eins og at gestirnir fingu flotta gávu fra "legendunum". Søgan um Havnar Bóltfelag, signarað av kempunum eins og ein fløga eisini var millum lutirnar.

Vit koma aftur seinni við eini meiri ítøkiligari grein um gongufelagið, og tó at allir ikki vóru við í dag, taldið fylgið eini 10-15 fólk.

Úr HB-húsinum varð farið oman í Miðlahúsið, har fólkakæri útvarpsmaðurin hjá Rás2, Heri Simonsen, tók ímóti og gjørdi samrøðu við Frank og Knút. Hon kann hoyrast á in.fo ella her.

Samanumtikið ein sera góður og hendingaríkur dagur, og sum Frank segði við heimasíðuna: ”Vi bliver sgu’ behandlet som kongelige”.

Í morgin gongur so leiðin suður til Trongisvágs, har TB tekur ímóti við Stórá. Sum skilst verður helst eisini ein góður kaffimunnur serveraður á onkrum stovuborði á Tvøroyri.

Vit halda tað verða stuttligt og forkunnugt at hava fingið FCK, Fremad Amager og HB-fjeparan, Frank Qvist, og konuna Malene við ættarbondum til Feilberg í Fuglafirði á vitjan, og nú manglar bara at fáa trý stig við okkum norð aftur sunnudagin.


Myndir: Knút Olsen

Fleiri myndir kunnu síggjar á facebook-vanganum hjá Knút Olsen ella her.