KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Gongdin hjá kvinnum og gentum higartil

Kvinnur16-07-2013 - Jónfinn Petursson

Nú landskappingin hjá gentum og kvinnum er komin í helvt, verður tikið samanum fyrra partin av árinum og gongdina sum heild.



U8, U10 og U12

Venjarar: Anja Wardum, Anja Rasmussen, Lív Arge, Milja Simonsen og Sigrun Mikkelsen

Grundarsteinurin undir einari sunnari kvinnudeild er nýtt tilfangið, nýggir leikarar. Hesin parturin hevur í alt stóran mun haltað í felagnum, men við nýggjum og góðum kreftum á venjarasíðuni er rættuligt glið komið á hendan partin.

Nógvir hugagóðir leikarar venja hvørja ferð, og fleiri leggjast aftrat í heilum. Tað er hugaligt at síggja, at HB loksins er umboða í øllum deildum á kvinnusíðuni, og hetta má fyri alt í verðuni haldast við líka. Megna vit tað, so skulu úrslitini nokk síggjast í eldru deildum - og tað í enn størri mun enn tað ger í løtuni!


U14, U17, 2 Deild og 1 Deild

Venjarar: Allan Dybczak og Ríkin Djurhuus

Tey seinastu hálva triðu árini hava U14 gentur vunnið gull og bronsu í landskappingini, meðan U17 hevur vunnið tvær silvur í landskappingini í harðari kapping við lokomotivið í føroyskum kvinnufótbóltið, KÍ. Einaferð eitt stig, og hinuferð 2 stig aftanfyri. Í fjør vann U17 eisini Mótasteypið.

Í ár liggur U14 í millum trý tey bestu í landskappingini. Bæði U14 og U17 eru tíverri úti av ársins steypakapping, men okkara U17 lið heldur enn oddasessin í landskappingini.

HB er vælumboðað á teimum ymisku leikaramenningunum hjá FSF, eins og á U17 og U19 landsliðunum. Sum ein liður í menningini av teimum yngru leikarunum hava venjararnir frá fyrsta ári roynt at "yvirmatcha" teir bestu av teimum yngru leikarunum. Tað vil siga, at dugnaligir U14-leikarar hava leikt við U17.


1. og 2. deild

Venjarar: Allan Dybczak og Ríkin Djurhuus

Einans at hava eittans lið hjá kvinnum hevur við sær, at fleiri leikarar ikki fáa nóg nógva leiktíð. Hetta er broytt í ár.

Vit hava, umframt besta kvinnuliðið, eisini umboðan í 2. deild. Henda loysnin varð vald, fyri at allir leikarar, sum venja við, skulu fáa leiktíð og vónandi mennast tað meira.

Regulin, at leikarar undir 21 kunnu leika so nógvar dystir sum gjørligt, hevur sjálvandi hjálpt til at gera hetta møguligt, og nógvir leikarar hava leikt nógvar minuttir hvørt vikuskiftið.

Okkara annað-lið liggur klárt á odda í deildini, og er hetta sjálvandi gleðiligt. Tó hevði verði ynskiligt, at fleiri leikarar vóru at taka av, so at aðrir kundu fingið meira hvíld. Venjarirnir báðir royna sum frægast at spara leikarar, sum teir føla leika í so nógv.

Fyrsta lið er, síðan núverandi venjaratoymið tók yvir, farið frá at vera botnproppur í bestu deildini til at kunna bjóða øllum liðum av. Í 2010 endaði man aftast, í fjør á einum 4 plássið, og í løtuni liggja vit á einum 3 plássið, so gongdin er jalig.

Málsetningurin í ár var annað plássið í steypafinaluni, men hetta eydnaðist ikki, tá man tapti 2-1 í Klaksvík eftir longda leiktíð. Her høvdu vit enntá ein sera góðan møguleika at vinna dystin stutt fyri leiktíð í vanliga dystinum. So vit vóru óluksáliga tætt við at gera tað, sum eingin trúði var møguligt. Harumframt var málsetningurin at fáa heiðursmerki í landskappingini. Har eru vit væl og virðiliga við enn!

Hvørt ár er frágongd og tilgongd, og árið í ár er einki undantak. Hóast nakrir leikarar góvust áðrenn ársins kapping, so hevur tilgongdin verið stór. Størsta tilgongdin kom frá lítlabeiggjanum á Argjum, tá heili seks leikarar valdu at skifta til okkum. Trígir av hesum leikarum eru síðan fluttar út aftur á Argir, men hinir tríggir eru her enn, og eru tær nú millum berandi kreftirnar á okkara liði.

Nú í summarsteðginum missa vit tíverri tveir av okkara stuðulsleikarum, Rannvá Mortensen fer til USA, og liðskipari okkara, Sára Samuelsen, flytur niður á flatlond í lestrarørindum. Hetta er sera harmuligt fyri okkum, men vit ynskja teimum sjálvandi bestu eyðnu, og vit ivast ikki í, at tær eisini fara at sakna okkum.

Uttan iva Føroya allar besti leikari tey seinastu árini, Heidi Sevdal, er nýggjur liðskiparin, og hon fer saman við restini av okkara dugnaliga liði at syrgja fyri, at vit - eins og í fjør - fáa ein góðan endaspurt!

Nevndin í Havnar Bóltfelag skal eisini hava stórt rós fyri, at tey hava givið okkara kvinnum helst bestu umstøður at venja og mennast av øllum kvinnuliðum í Føroyum!

Egið skiftingarrúm, sum skrálar HB-kvinnur, bæði innandura høll og vektrúm, rennibreyt tætt við og tríggir vøllir, er nakað av tí, sum HB kann bjóða sínum kvinnuleikarum. Eisini hava tær í nú hálvt annað ár havt venjingarklæði, sum verða vaskað av HB, og sjálvandi klár aftur til næstu venjing.

Skáp til ymiskar smálutir, hillar til gaggur og annað gott. Tað einasta, tær skulu, er at møta til venjing, hava tann góða hugburðin við, og so mennast. Nýggjar leikbúnar sum eins og venjingarklæðini verða vaskað av HB og løgd fram áðrenn hvønn dyst, yvirdraktir, tjúkkar jakkar til eykaleikarar, alt hetta er ein sjálvfylgja.

Hugsanin hjá HB-leiðsluni og venjarum hevur alla tíðina verið at gera eitt gott arbeiði í longri tíðarskeið og so síggja úrslit. Hetta tykist at rigga! HB-kvinnurnar eru á veg, og vit gleða okkum at herja á í seinnu hálvu!

Leygardagin 27. juli kl. 15.00 leika okkara kvinnur venjingardyst móti ÍF Føroyum. Helst verður dysturin á ovara vølli.